Kyndil misti í Vági

Seinastu 11 minuttirnar tveitti Kyndil trygga leiðslu burtur í Vági

 

Tað hevur gingið striltið hjá Kyndils-kvinnum seinnu umførini, og skal metast eftir seinastu minuttunum av dystinum í Vági, so eru tær ikki so væl fyri sálarliga, sum tær áttu at verið, nú kappinarendin av álvara nærkast.

Kyndil hevði nevnliga fyri tað nógva tamarhald á dystinum móti VB. Undan steðginum var munurin ikki tann stóri, men tað var Kyndil, sum helt seg frammanfyi. Fyrstu løtuna eftir steðgin tóku tær púrasta luftina úr heimaliðnum, og á odda 17-12 og 11 minutttum eftir at spæla, kundi tað ikki ganga galið.

 

Men tað gjørdi tað kortini. Kyndil fekk bara eitt mál hesa seinastu drúgvu løtuna, og so át VB bara meira og meira av leiðsluni. Kyndil hevði møguleikan at koma á odda 19—17, men tá varð brotskast misnýtt, og so kundi VB javnað.

 

Ístaðin varð tað VB, sum fekk brotskast, tá Anna Brimnes varð dømd fyri at taka í armin á mótstøðukvinnu. Brotskastið sendi Gintare í kassan, og so var fagnaðurin ovurstórur hjá heimaliðnum.

 

Kyndil kom við hesum undir enn størri trýst í royndunum at vinna sær pláss í FM-finaluni. Har stríðast tær saman við Neistanum og VÍF um tvey pláss. Tær grønu eru framvegis nummar tvey, men VÍF er nú beint í hølunum á teimum, og tær gulu hava enntá ein dyst til góðar.

 

Tveir aðrir dystir vórðu spældir í kvinnudeildini í dag. VÍF vann á útivølli móti StÍF, soleiðis at tær framvegis halda fast um trýstið, og í Havn vann Neistin tryggan sigur móti Stjørnuni.

 

Úrslitini:

VB-Kyndil 18-19 (8-10)

Neistin-Stjørnan 36-18 (15-14)

StÍF-VÍF 24-29 (16-13)

 

Støðan

Neistin 31 stig

Kyndil 28

VÍF 26

VB 21

StÍF 16

Stjørnan 8

Søljan 0