Kyndil misti á stokkinum

Kvinnurnar hjá Kyndli vóru á odda at kalla allan dystin móti VÍF týskvøldið, men seinastu minuttirnar mistu tær leiðsluna, og VÍF fór avstað við báðum stigunum.

Annan dystin á rað var um reppið, at tað eydnaðist kvinnunum hjá Kyndli at fáa nøkur kærkomin stig til høldar, men aftur hesaferð taptu tær tepurt.

Løgdu bragdliga fyri
Liðið hjá VÍF tykist annars verða betur fyri nú, enn tær hava verið fyrr í ár, og tað hevur gjørt góðan mun, at leikarar sum Nikolina Eyðbjørnsdóttir og Alis Høghamar eru afturkomnar á liðið.
Men týskvøldið høvdu tær óivað undirmett mótstøðuliðið úr Kyndli, og tær vóru tí snøgt sagt rendar um koll fyrstu løtuna av dystinum. Tað vóru nevnliga einans leiktir fimm minuttir av dystinum, tá ið Kyndil hevði lagt seg á odda 5-0!
Fimm-máls leiðslan hjá heimaliðnum gjørdi, at Kyndil var omaná at kalla allan dystin, og tað var ikki fyrr enn einans tíggju minuttir vóru eftir at leika, at tað eydnaðist VÍF at koma upp á javnt.
Í hálvleikinum var Kyndil á odda 15-12, men eftir steðgin tók útiliðið seg spakuliga inn á vertirnar í einum ógvuliga málfátækum hálvleiki. Tað gjørdi góðan mun hjá VÍF, at Manuela Stan, ið var byrjað á beinkinum, kom inn í málið at standa, og hon hevði fleiri týðandi bjargingar, tá ið mest stóð á hjá VÍF. Málverjin hjá Kyndil, Guðrun í Lágabø, stóð eisini ein góðan dyst í hinum endanum.
Kyndil hevði eisini ilt við at fáa mál upp á síni brostkøst, og tað kostaði dýrt, tá ið samanum kom. Av teimum fimm brotskøstunum, ið tær fingu, vóru bert tvey send í netið, og millum annað misnýttu tær eitt, tá ið tað stóð á jøvnum 19-19, og einans fimm minuttir vóru eftir at leika.
Hetta gjørdi VÍF sær dælt av, og tær løgdu seg á odda 21-19, og hóast Lotte Sørensen fekk minkað niður í 20-21, so var tað Nikolina Eyðbjørnsdóttir og VÍF, ið áttu seinasta málið í dystinum, sum sostatt endaði við einum 22-20 sigri til VÍF.

Kyndil-VÍF 20-22(15-12)
Kyndil: Anya Midjord 5, Ann-Mari Wang 5(1), Lotte Sørensen 4(1), Súsanna Petersen 3, Randi Wardum 2, Linda Weihe 1
VÍF: Fríða Marjunardóttir 7(5), Ioana Rapa 6, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 5, Alis Høghamar 1, Torgun H. Johansen 1, Linda Johannesen 1, Tórunn Jónolvsdóttir 1
Brotskøst: Kyndil 5(2), VÍF 5(5)
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 1
Dómarar: Hartvig Joensen og Poli Hansen