Kyndil nærkast ovastu liðunum

Kyndil vann uppiborið, tá VÍF vitjaði í gjár. Tað var seinastu løtuna av dystinum, at heimaliðið fór frá

Kyndil legði bradliga fyri og vann sær eina trygga leiðslu beinanvegin.
Kvinnurnar úr Vestmanna stríddust væl og komu eitt skifti á javnt, men so hóttu gestirnir ikki aftur.
Kyndil var á odda 13-9 í hálvleikinum, og aftaná hvíldina øktist munurin bara millum liðini.
Heimaliðið vann uppborið og staðfesti, at tær fara ikki at stríðast millum niðastu liðini í hesum kappingarárinum.
Kyndil vitjar StÍF næsta vikuskiftið. StÍF hevur bara fingið eitt stig higartil, og grønulittu kvinnurnar úr høvuðsstaðnum er tískil favorittar at vinna dystin.
Eydnast tað, so bjóðar Kyndil bæði Tjaldrinum og Neistanum av í stríðnum um finaluplássið.