Nógvastaðni kring heimin er ikki ein einasti áskoðari til nakran ítróttardyst. Tí er tað ein góður framíhjárættur føroyingar hava at sleppa til dystir í fótbólti, hondbólti, flogbólti og kurvabólti.
Men tað merkir ikki, at sitið "verður sum vanligt". Til báðar dystirnar millum Kyndil og H71 í SMS-deildini og í Burn mansdeildini í høllini á Hálsi í morgin eru øki avmerkt til viðhaldsfólkini fyri at halda Korona-tilmælini.
Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannessen boðar frá á "Hondbóltstjaki" á Facebook: - Kyndilsáskoðarar skulu seta seg á fyrru áskoðaraplássini og H71 og onnur skulu seta seg á tí sum er nærmast móti Høll 2, og ikki seta seg á, har reyð/hvíta bandið er lagt á.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum millum Kyndil og H71 á FM1. Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 14, og dysturin í Burn mansdeildini byrjar klokkan 16.