Kyndil og VÍF dystast á hálsi

Talan er fyri mong um byrjanina til nýtt kappingarár, tá Kyndil og VÍF spæla ólavsøkudyst.

Hóast talan sum so er um vinar- og venjingardyst, so verður vanliga lagt nógv fyri, tí júst hetta er ein dystur, sum báðir partar altíð vilja vinna.

Dysturin verður blástur ígongd klokkan 20, og verða tað Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum døma.