Kyndil sóknast eftir hondbóltsmyndum

Ítróttartíðindamaðurin Suni Merkistein skrivar í løtuni søguna hjá hondbóltsfelagnum Kyndli, sum hevur fimti ár á baki næsta ár. Ætlandi kemur bókin út 18. mai 2006

Skal eitt gott heildarúrslit spyrjast burturúr, er neyðugt at fáa til vega áhugaverdar myndir at prýða bókina við.

Tí leitar felagið eftir myndum frá hondbóltsdystum á bygd og í bý, kanska serliga frá 1960 og 1970 árunum. Aðrar myndir, frá útferðum, vitjanum og ymiskum, ið hevur myndað felagslívið, eru eisini vælkomnar. Nýggjari myndir hava eisini áhuga. Til ber at venda sær til Høgna Vilhelmsen á telefon 274344

Bók, fløga og veitsla

Hondbóltsfelagið Kyndil er stovnað 10. mars 1956 og hevur
felagið á fleiri økjum gjørt vart við seg hesi 50 árini.

Nevndin hevur tí gjørt av, at søga felagsins skal gevast út í stórsligna bók, sum Suni Merkistein skrivar. Av tí at hagtøl felagsins eru so neyv, verður bókin uttan iva ein varði í føroyskari hondbóltssøgu til gagns fyri fleiri feløg.

Men bókaútgáva er bert eitt tiltak. Felagið letur eisini gera eina fløgu við hondbóltssangum. Harafturat verður skipað fyri steypakappingum, og sjálvur stovningardagurin verður hátíðarhildin við stórari veitslu 11. mars 2006.