Kyndil-Neistin 39-35 (20-16)
Við 74 málum vóru tað ikki verjurnar, sum vóru í fokus á Hálsi í dag.
Kyndil vann her ein rímiliga tryggan sigur á Neistanum, sum ikki tóktist hava hug at endaliga staðfesta sítt pláss í hondbóltsfinaluni.
Serliga hevði Neistin ilt við at halda strikuspælinum hjá Kyndli burturi, og tá so eisini Høgni Klein og Finnur Hansson vóru vælupplagdir, kom Neistin seg ongan tíð yvir trupulleikarnar. Heldur ikki hóast Roar Dalsgarð og Jugoslav Djumic gjørdu nógv um seg í álopspartinum.
Hjá Kyndli var Finnur Hansson besti málskjúttin við 9 málum. Tað sama gjørdi Roar Dalsgarð fyri Neistan.