Umframt Anju Heinadóttir og Jacklin Durhuus verður Marina Zilko eisini at síggja á besta kvinnuliðnum hjá Kyndli komandi kappingarár. Hetta váttar venjarin, Geir Wardum á heimasíðuni hjá Kyndli.
Marina Zilko kom upprunaliga til Føroya at spæla við VB. Hon varð skorin í knæið í august í fjør orsaka av einum krossbandskaða, og hevur verið undir uppvenjing síðan.
Geir Wardum fegnast um, at liðið verður væl styrkt til komandi kappingarár.
- Anja Heinadóttir er sera góð á strikuni og í verjuni, og Jacklin Durhuus hevur sera gott hegni at skjóta mál. Somuleiðis er Marina Zilko góður styrkur at fáa, sigur Geir Wardum við www.kyndil.fo. - Vit hava við styrkinum, vit nú hava fingið, heilt nógvar góðar royndar spælarar á liðnum. Samstundis fara vit at seta fleiri av teimum ungu spælarunum við, sum stóðu seg sera væl í gentum 17 í ár, sigur Geir Wardum.