Neyvan høvdu nógv væntað, at tað skuldi gerast kyndilsmonnum ein rættulig roynd at basa tjaldursmonnum, men so var, og tað var ikki fyrr enn síðstu tíggju minuttirnar, at oddaliðið fór frá botnliðnum.
Jens Martin í hopla
Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, og ongantíð vóru tað meira enn tvey mál á muni. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og tað sást týðuliga, at tað var ein styrkur fyri tjaldursmenn, at útisetin Sverri Justinussen var at síggja á liðnum. Samanspælið millum hann og so Jens Martin Knudsen var júst sum í gomlum døgum, og serliga seinastnevndi hevði ein stak góðan dag. Hann skeyt ikki færri enn tíggju mál í dystinum, harav tey seks í fyrra hálvleiki.
Jens Martin var veruliga bindiliðið á liðnum hjá teimum gulu úr Runavík, og tá ið so Kyndil í seinna hálvleiki fór undir at mansverja Jens Martin, tóktist hetta at ørkymla Tjaldur so mikið, at uppspælið hjá teimum fullkomiliga datt niðurfyri. Tað skal tó eisini nevnast, at Jens Martin var ógvuliga passivur, meðan hann var mansvardur.
Tað merkti kyndilsliðið, at teir í dystinum og restina av kappingarárinum, noyðast at vera Hans á Lag og Bárð Johannesen fyri uttan. Teir eru báðir sáttmálabundnir fótbóltsleikarar í HB, og hetta ger, at nú fótbóltsvenjingin av álvara er farin í gongd, so sleppa teir ikki longur at spæla hondbólt. Stórt spell fyri hondbóltin, tí at fleiri av okkara fremstu hondbóltsleikarum eru eisini millum okkara fremstu fótbóltsleikarar, og tað er ikki bert Kyndil, ið verður rakt av hesum.
Fráveran hjá Hans á Lag í kyndilsmálinum gjørdi so tað, at Petur Magnusson stóð í málinum frá byrjan til enda. Hetta var ikki ein av bestu dystunum hjá Peturi, og tað kann vera, at hevði Hans staðið í málinum, so hevði tað verið lættari hjá kyndilsmonnum at farið frá Tjaldrinum.
Fyrri hálvleikur var javnur allur, sum hann var, og hóast Kyndil bert ein góðan minutt fyri steðgin hevði eina tveymálsleiðslu, so eydnaðist tað Tjaldrinum at koma upp á javnt, áðrenn farið var til hálvleiks.
Tjaldur helt leingi fast
Seinni hálvleikur helt fram, har sum tann fyrri slepti. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og tað var ikki fyrr enn Kyndil fór undir at mansverja Jens Martin, at teir veruliga fingu takið á Tjaldur.
Álopsspælið hjá Tjaldur hekk als ikki saman, og tað tóktist, sum um alt álopið hjá teimum gulu fór fram í vinstru álopssíðu.
Tá ið 13 minuttir vóru eftir at leika, javnaði Mortan Hansen fyri Tjaldur fyri seinastu ferð í dystinum. Minuttin eftir legði leikandi venjarin hjá Kyndli, Jacob Jónsson, lið sítt á odda 23-22, og síðani kom Tjaldur ongantíð upp á javnleik aftur í dystinum. Kyndil fór síðstu løtuna nakað frá Tjaldur, og endaliga úrslitið gjørdist ein 31-24 sigur til Tjaldur.
Jacob Jónsson var besti maður á kyndilsliðnum, hóast hann, sum vant, byrjaði á beinkinum, og ikki kom á vøllin, fyrr enn 18 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki.
Fólk legðist til
Tá ið dysturin í høllini í Runavík byrjaði, vóru so at siga eingir áskoðarar komnir at hygga at dystinum. Men útvarpið var tó á staðnum og segði frá gongdini, og tá ið so fólkið á eystara armi á Skálafjørðinum hoyrdi, hvussu javnur og spennandi dysturin var, so legðist tað bara til í høllini, sum dystur leið. Tá ið dysturin var um at vera liðugur, var høllin nærum full.