Tað var ongin ivi um hvør var betra liðið, tá Kyndil í kvøld vitjaði hjá Team Klaksvík. Teir grønu úr Havn vunnu 30-20.
Kyndil var stórfavorittur undan dystinum og teir greiddu eisini sína skyldu við einum sigri upp á tíggju mál. Munurin á máltalvuni kom ikki fyrr enn stutt fyri hálvleik. Í hálvleikinum var støðan 13-10 til gestirnar.
Tað endaði við, at Kyldil dró frá og vann 30-20. Kyndil liggur nú á øðrum plássi við fimm stigum, meðan Team Klaksvík framvegis einki stig hevur.
Atlantic Airways deildin:
1. KÍF 7(stig)
2. Kyndil 5
3. VÍF 4
4. StÍF 4
5. H71 4
6. Neistin 2
7. Team Klaksvík 0
Øll liðini hava spælt fýra dystir uttan VÍF og Neistin, sum hava spælt tríggjar.