Kyndil vann, men uttan meistaraspæl

Hondbóltur: Tað var ikki tað stóra hondbóltsspælið at síggja, tá Kyndil vann á Tjaldrinum sunnudagin

Tjaldrið hevur nú spælt trettan dystir í landskappingini og hevur tapt teir allar. Men ofta hevur tað verið so hjá nýggja hondbóltsfelagnum í Runavík, at hóast teir hava tapt, so hava teir fylgt væl við hinum liðnum í fyrra hálvleiki og ofta eisini væl inn í seinna hálvleik.

Soleiðis var tað eisini móti Kyndli sunnudagin. Eftir ein javnan fyrra hálvleik kom Tjaldrið sera illa frá byrjan í seinna hálvleiki, og tá teir so komu fyri seg aftur, var mótstøðuliðið sloppið frá teimum.

Fyrstu minuttirnar av dystinum sá annars út til, at hetta var ein dystur, sum Kyndil bert skuldi hava frá hondini. Teir løgdu hart og komu framum 4-0 (Nicolai Balle skeyt trý tey fyrstu málini). Men so vendi gongdin eina løtu, og stutt seinni var støðan 4-3. Restina av hálvleikinum var lítil og eingin munur á pørtunum, hóast hetta var talan um liðini, sum endaðu ávikavist ovast og niðast í grundspælinum.

Tjaldrið byrjaði sum nevnt eitt sindur trilvandi. Pole Hansen byrjaði úti á vinstra vongi, men flutti skjótt inn á bakkin. Dánial Hansen royndi seg eisini á vonginum eina løtu, áðrenn hann fór inn á miðjuna, og soleiðis flutti Tjaldrið runt við fólkinum, meðan Kyndil bert økti um leiðsluna.

Men so fór at ganga rætta vegin hjá eysturoyingunum, og eftir fýra minuttum høvdu teir minkað til 4-3 og sostatt fingið fatur á heimaliðnum aftur.

Kyndil kom uppaftur á 6-3, men so minkaði munurin so líðandi, og í endanum av fyrra hálvleiki stóð aftur á jøvnum, 13-13. Hans á Lag byrjaði væl í málinum hjá Kyndli, meðan Kári Hansen í hinum endanum ikki var so væl upplagdur fyrstu løturnar. Men so fór hann eisini at taka nøkur skot, samstundis sum Mortan Hansen kom væl í gongd og skeyt trý mál á rað. Eisini Pole Hansen og Jens Martin Knudsen vístu eisini, at tað framvegis er dugur í teimum.


Ov fáir streingir

Kyndil vann fyrra hálvleik 14-13, og alt var opið. Men seinni hálvleikur bleiv ikki so javnur sum tann fyrri. Kyndil leyp avstað beinanvegin, eins og teir gjørdu í fyrra hálvleiki, men hesaferð megnaði Tjaldrið ikki at svara aftur, fyrr enn ov seint var.

Tað sóu vit eisini nakrar ferðir í 1998, og ein tann størsti trupulleikin hjá botnliðnum er, at teir ikki klára at halda fast ein heilan dyst. Ein annar trupulleiki er, at lopið millum dygdirnar hjá teimum ymsu spælarunum er ov stórt. Mortan Hansen, Jens Martin Knudsen og Pole Hansen spældu ein góðan dyst, og tað er rættiliga sigandi, at teir tríggir skutu 23 av teimum tilsamans 25 málunum hjá Tjaldrinum.

Kyndil fekk stigini, teir vildu hava, men teir spældu alt annað enn sannførandi, og móti einum sterkari liði hevði tað neyvan spælt so væl av, sum tað gjørdi.


Bárður fekk

ringa byrjan

Nú steðgur hevur verið í kappingini, hevur ljóðað, at Kyndil fór at fáa onkrar gamlar kenningar aftur á liðið. Heini Joensen skuldi spæla við Kyndli, men er nú farin í Neistan í staðin, og hann fær loyvi til at spæla einaferð síðst í hesum mánaðinum.

Bárður Johannesen, sum var ein av berandi kreftunum á liðnum seinasta kappingarár, var við aftur sunnudagin, men ikki serliga leingi. Hann spældi síðstu fáu minuttirnar av fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki hevði hann eisini bert verið á vøllinum í nakrar fáar minuttir, tá hann fyrst varð vístur út í tveir minuttir, men síðani fekk reyða kortið fyri at siga sína hugsan. So hansara come-back á liðnum varð í fyrstu syftu eitt sindur miseydnað, og hann bleiv fyrsti spælari í 1999, sum sá reytt.

Á positivu síðuni er Leivur Holm verdur at nevna. Hann spældi ikki nógv, men tá hann spældi, vísti hann seg sera tryggan sum málskjútta, og hann brendi neyvan eitt skot. Eisini venjarin Jacob Jónsson vísti enn einaferð sínar frálíku dygdir, men tað var eitt sindur irriterandi at síggja hansara áhaldandi »spæl fyri gallarínum«, sum kann gerast ov nógv av tí góða, og sum ikki altíð er í so góðum ítróttaranda.

Men um nakar kann gera Kyndil til føroyameistara, so er tað hann. Men til tað krevst, at avrikini í komandi dystum verða eitt sindur betri enn tað sunnudagin. Lið sum H71 og StÍF fara neyvan at lata slíkt um seg ganga.