Ein hevur dystur hevur verið í fremstu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað Kyndli at vinna 25-19 á Stjørnuni. Støðan í steðginum var 13-7 til Kyndil.
Kyndil var væl betri í fyrra hálvleiki, meðan Stjørnan var betri við í seinna hálvleiki. Okkurt skiftið í seinna hálvleiki vóru bert trý mál á muni, men móti dystarenda gjørdu kyndlakvinnur ein vørr, og vunnu at enda við seks málum.
Støðan í fremstu kvinnudeildini
1. Neistin 10 dystir 20 stig
2. Kyndil 11 dystir 13 stig
--------------------------------------
3. VÍF/Tjaldur 9 dystir 8 stig
4. VB 9 dystir 7 stig
5. Stjørnan 10 dystir 6 stig
6. StÍF 9 dystir 4 stig