Best kvinnuliðið hjá Kyndli í hondbólti megnaði ikki at koma í hálvfinalurnar í landskappingini, og tí skuldu tær spæla um sessin í bestu deildini ímóti teimum ovastu liðunum í næstbestu kvinnudeildini.
Her er Kyndil enda í bólki saman við VÍF og H71, og hesi trý liðini skulu so kappast innanhýsis um tvey pláss í Sunset deildini komandi kappingarár. Fyrsti dysturin í hesum bólkinum var á skránni í gjárkvøldið, tá Kyndil tók ímóti H71, og her var slett eingin ivi um úrslitið.
H71 fylgdi við í fimm minuttir
Sjálvt um kyndilskvinnurnar vóru mettar at vera stórfavorittar undan dystinum ímóti H71, so vóru tað gestirnir úr Hoyvíkini, sum fingu eina betri byrjan uppá dystin. Tær løgdu seg á odda 2-0 mest sum alt fyri eitt, men ikki gekk long tíð, so hevði Kyndil javnað til 3-3. Eftir hetta skoraði Kyndil seks mál á rað, og so var í roynd og veru einki at gera hjá H71.
Sum hálvleikurin leið, vaks munurin bara á liðunum, og eitt skifti førdi Kyndil við níggju málum í fyrra hálvleiki. Móti endanum av hálvleikinum gekk tó aftur betri hjá H71, og her megnaðu tær at halda Kyndli frá at skjóta mál síðstu fimm minuttirnar, og hetta gjørdi, at munurin bert var seks mál í steðginum.
Kyndil avgjørdi dystin
Var nakar sum helst spenningurin, tá liðini komu út til seinna hálvleik, so hevði Kyndil køvt hendan 10 minuttir inn í seinna hálvleik. Nú førdi Kyndil brádliga við 11 málum, og her var sum so einki at gera hjá H71.
Venjararnir valdu at taka eitt time out, og næstu løtuna gekk nógv betri hjá H71. Nú hingu tær væl í Kyndli, og tær megnaðu eisini at minka um munin, soleiðis at Kyndil bert førdi við 10 málum, tá góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla. Móti endanum vísti Kyndil tó aftur, hvat var betra liðið henda dagin. Síðstu seks minuttirnar skoraðu tær sjey ferðir, meðan H71 bert fekk eitt mál, og so vann Kyndil ein tryggan 15 mála sigur í fyrsta dystinum í uppflytingarbólkinum.
Fakta
Kyndil-H71 34-19 (13-7)
Málskjúttar:
Kyndil: Randi Wardum 9, Lina Andriulyte 6, Jacklin Durhuus 6, Bjørg Syderbø 4 (1), Ronja M. Mikkelsen 4 (2), Anja Heinadóttir 2, Kari Ann Petersen 1, Súsanna Petersen 1, Barbara Egilstrøð 1
H71: Kirstin Helgadóttir 6 (1), Edith Dahl Olsen 4 (1), Fríða Næs 3, Ada Joensen 2, Guðrun Poulsen 2, Sonja Kristoffersen 1, Marna Rubeksen 1
Brotskøst: Kyndil 3, H71 3
Útvísingar: Kyndil 1, H71 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen