Kyndil vann U-14 kapping í Danmark

U-14 dreingjaliðið hjá Kyndli vann finaluna í Dronninglund Cup, sum er ein stór altjóða hondbóltskapping, sum verður hildin í Danmark á hvørjum ári. Fleiri av dystunum í Dronninglund Cup vera spældir á grasi.

 

Í finaluni møttu kyndladreingir svenska liðnum, Lindeskolans Idrotsførening, og vann Kyndil sera spennandi finaluna við 29-28. Í innleiðandi bólkaspælinum tapti Kyndil annars 7-14 til Lindeskolans IF.

 

Kyndladreingir vunnu annars tríggjar av fýra dystum í innleiðandi bólkaspælinum, og teir vunnu allar fýra dystirnar í millumumfarinum.