Kyndil hevur vunnið sær ein fyrimun í fremstu deildini hjá kvinnum í hondbólti í dag.
Kyndilskvinnur greiddu sín setning við 26-23 sigri á VB í høllini á Hálsi. Hálvleiksstøðan var 12-8 til Kyndil. VB fylgdi væl við gjøgnum dystin, men seinastu løtuna setti Kyndil tingini uppá pláss. Jórun Ludvig var sera eyðsýnd hjá heimaliðnum í dag.
Tað var nær við, at VÍF/Tjaldur einki stig fekk ímóti StÌF í høllini á Skála í dag. Tað eydnaðist Heidi Sevdal í evstu løtu at javnað til 20-20, og tryggjað VÌF/Tjaldur tað eina stigið, men nú er VÌF/Tjaldur tvey stig aftanfyri Kyndil. Kyndilskvinnur hava eisini ein munandi betri málmun, nú bæði liðini hava tríggjar dystir eftir. StÍF varð á odda 12-10 í steðginum.
Komandi sunnudag spælir Kyndil ímóti StÍF á útivølli.
Støðan :
1. Neistin 16 dystir 32 stig
2. Kyndil 17 dystir 20 stig (+ 5 mál)
-------------------------------------------------
3. VÌF/Tjaldur 17 dystir 18 stig (- 16 mál)
4. VB 17 dystir 11 stig
5. StÌF 15 dystir 10 stig
6. Stjørnan 16 dystir 7 stig