H71-Kyndil 27-21 (12-12)
Kyndil vann ein tryggan sigur, tá teir í dag vitjaðu í Hoyvíkarhøllini.
Talan var um fyrru hálvfinaluna í steypakappingini millum liðini, og við fýra mála sigri er Kyndil nú væl ávegis finaluni, har StÍF eftir øllum at døma verður hitt liðið.
Tað var tó ikki fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, at Kyndil vissaði sær sigurin. Fram til tá hevði talan alla tíðina verið um ein sera tættan dyst, men við at vinna seinastu løtuna 9-4 var tað Kyndil, sum av álvara dróg longra stráðið.
Besti málskjútti hjá H71 var Dánjal Tórgarð við 10 málum. Josef Abrahamsen og Finnur Hansson skutu 8 mál hvør fyri Kyndil.