Hondbóltur
Uttan leikbannaðu Jakob Jónsson og Trónd Vatnhamar vóru fortreytirnar hjá hoyvíkingum avgjørt ikki tær bestu sunnudagin. Teir báðir fingu reytt kort, tá H71 var fyri óvæntaðum tapi í dystinum móti Kyndli í grundspælinum. Eitt tap, sum í sjálvum sær kom illa við, og tað gjørdi ikki lagi betri, at leikbannini so enntá raktu beint á fyrsta oddabrakið í endaspælinum.
Fyri steðgin var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast dupul-dýrt hjá H71. Hóast eftirverandi spælararnir royndu at stríðast. Og hóast Halgir Dahl Olesen nú aftur var partur av liðnum eftir at slitnu knøini hava hvílt í hálvan annan mánað, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið.
Eftir eina kanska varisliga byrjan upp á dystin, so kom Kyndil veruliga ígongd eftir einum 10 minuttum. Verjan kom upp at koyra hampuliga væl, og so kundu teir revsa hoyvíkingar við kvikum mótálopum. Og var H71-verjan komin upp á pláss, so tóktust stóru menninir nakað tungir í mun til kviku kyndlarnar, sum fleiri ferðir brutu seg ígjøgnum, soleiðis at brotskast varð einasti útvegurin. Brotskøst, sum ein væl upplagdur Høgni Klein ósvikaliga trygt sendið í meskarnar heili fýra ferðir á rað eitt skifti.
Á gamlar gøtur
Seinastu løtuna undan steðginum vóru tó glottar at hóma hjá H71. Í verjupartinum fingu teir spælið upp at koyra, soleiðis sum áskoðararnir eru vanir við.
Serliga vóru tað tvær innskiftingar, sum gjørdu munin í so máta. Í málinum hevur Levi Nybo annars verið H71 ein góður maður nú í eini fýra ár, men hesa ferð var hann ikki heilt á toppinum, og tí var Jens á Skipagøtu, sum nú aftur er heima, settur í málið. Við T-shirt og jogging-buksum líktist hann mest av øllum einum harðførum sjómanni, men eyðkendi stílurin í málinum var ikki at fara skeivur av. Og ótilvitað mundi ráa útstrálingin eisini benda hoyvíkingarnar á kanska mest grundleggjandi elementið í spæli teirra. Nevnliga óviljan móti at geva seg undir nakað siðvant yvirvald. Í so máta kann kanska sigast, at H71 við hesum leitaði aftur á gamlar (Skipa)gøtur!
Og so kom Bárður Brimvík eisini inn á strikuna. Fyrrverandi landsliðsspælarin hevur annars ikki spælt tað stóra, síðani hann fyri nøkrum árum síðani sleit krossbandið. Einamest, tí hann fyri tað nógva ikki hevur búð í Føroyum alla tíðina. Men nú er hann heima, og ávirkan hansara á dystin kann neyvan undirmetast.
Tí knappliga koyrdi verjuparturin. Ikki bara væl, men 100%. Snøgt sagt, so slapp Kyndil ikki framat málinum næstu longu løtuna. Í 24 minuttir skutu teir grønu bara eitt mál, og so kundu hoyvíkingarnir spakuliga eta leiðsluna aftur.
Seinastu løtuna undan steðginum bleiv 10-17 til 13-17, og eftir steðgin helt munurin á fram at minka. Kanska skutu hoyvíkingarnir ikki so øgiliga nógv mál, men so leingi Kyndil einki fekk, so gjørdi tað mun hvørja ferð. Tí Kyndils-verjan stóð seg slettis ikki so illa. Hóttanin hjá H71 var fyri tað mesta stóra skotstyrkin hjá Halgiri og Piti, og hendan var eisini nóg mikið.
Øll høllin var á gosi, tá H71 við 13 minuttum eftir fór framvið Kyndli, og tó at teir grønu nú spakuliga byrjaðu at svara aftur, so var viljin hjá H71 ikki at benda. Og tá teir so fimm minuttir fyri leiklok smekkaðu tríggjar kassar á rað inn, var avgerðin follin. At Kyndil fekk pyntað um støðuna seinasta góða minuttin bilti ikki stórvegis. Sigurin og stigini fóru til Hoyvíkar, og so er H71 einsamalt á odda, nú eitt umfar er farið av endaspælinum í Atlantic Airways-kappingini.
Enn eru tó ikki allar súður syftar. Fyrst og fremst, so eru framvegis níggju dystir eftir at spæla í endaspælinum. Og hartil, so verður eisini talan um finaludyst millum tey bæði fremstu liðini í deildini. Men ein góð byrjan er ikki at forkasta, og í øllum førum, so hava hoyvíkingarnir skapt sær eitt fínt útgangsstøði til endaspurtin.
Hjá Kyndli mundi tapið svíða eyka nógv, tá hugsað verður um fortreytir undan dystinum - og dystargongdina sum heild. Enn er liðið tó at finna á øðrum plássi, har kappingin tó er beinhørð. Komandi umfarið er talan um dyst móti Neistanum, og tann dysturin eigur at geva tvey stig. Bæði tí Kyndil á pappírinum er væl sterkari enn grannarnir, men eisini tí Kyndil hevur ein sera greiðan tørv á stigunum.
Fakta um dystin
H71-Kyndil 24-23 (13-17)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 7, Piti Negru 7, Ólavur Brimnes 4, Niels Viggo Niclassen 2, Poul Kjartan Dam 1, Bjarni Sørensen 1, Johnny Durhuus 1, Ólaf Vesturgarð 1
Kyndil: Høgni Klein 10((5), Rókur Akralíð 6, Josef Abrahamsen 3(1), Marius Joensen 2, Hans Arni Thomsen 1, Janus Einar Sørensen 1, Hans Áki Dal-Christansen 1, Hjalti M. Jacobsen 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 6
Útvísingar: H71 4, Kyndil 4
Dómarar: Dánjal Hansen & Kári Hansen. Linjan var ikki altíð eins løtt at fylgja, og í einstøkum førum var talan um regulerar feildómar.