- Príspolitikkurin hjá Uttanlandstænastan hjá Landssjúkrahúsinum er kyniskt forrætning mótvegis sjúklingum og tess avvarandi. So bersøgin er Anskar Hansen í lesarabrævi í dag, har hann greiðir frá síni uppliving við Uttanlandatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum.
Anskar Hansen greiðir frá, at hann skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið til hjartakanningar og valdi tá, at konan skuldi koma við sum fylgjari. Viðgerðin gekk væl og skjótari enn ætlað, og orsaka av, at nógv trýst var á Hotel Tórshavn hesar dagarnar, ætlaðu hann og konan at koma sær heim fyrr enn ætlað.
Tað skuldi tó vísa seg at gerast ein heldur kostbar ætlan. 3.600 krónur máttu tey av við, um tey ynsktu at broyta ferðaseðilin.
- NEI TAKK var mítt svar. Við ferðaseðli og kost og logi á Hotel Tórshavn, havi eg goldið knappar 6.000 krónur fyri at hava fylgara við, og tað er nokk, skrivar Anskar Hansen og fortelur, at hann fór upp á kamarið at seta seg. So heldur verða á Hotel Tórshavn nakrar dagar afturat.
Sum sagt, so var fult á Hotel Tórshavn og Anskar Hansen fekk tí greið boð, at hann var útskrivaður og tí eisini óynsktur á Hotel Tórshavn.
Endin á vísuni var, at Anskar Hansen, tá hann hevði avsligið tvey onnur tilboð, tók av triðja tilboðnum um ferðaseðil heim. Tá var prísurin follin niður á 700 krónur.
- Nú siti eg her, heima hjá mær sjálvum, og hugsi um øll hini ræðuliga nógvu, sum um árini kanska koma soleiðis fyri og eru sjúk og veik og ikki hava styrkju at muta ímóti og gjalda, sjálvt um tey kanska ikki hava ráð til tað, skrivar Anskar Hansen.
Anskar Hansen sigur, at tað tykist honum, sum at Landssjúkrahúsið og Atlantsflog dríva eina kalda kýniska forrætning við sjúklingum, tá tey mugu gjalda fyri fylgjaran sjálvi.
At byrja við helt hann, at tað vera í lagi, at landið ikki galt fyri fylgjara, tá fylgjari ikki var neyðugur, men hóast hann ikki hevði rætt til fylgjara, so gjørdi faldarin frá Landssjúkrahúsinum tað greitt, at honum fór at tørva ein.
- Eitt annað er tað, fyri 600 kr/døgn fyri eyka uppreiðin á einmannskamari, við mati, uttan iva er hægsti prísur í heiminum. Kannaði prísirnar á 3 stjørna hotellum, fyri somu dagar á Vesterbrogade í KBH og vóru prísirnir fyri dupult kamar við morgunmati frá 600 kr og niður eftir. Hotellini á Vesterbro dríva forrættning, tað burdi Hotell Tórshavn ikki gjørt, skrivar Anskar Hansen at enda.