Í hesum døgum er eitt ár liðið, síðani felagsskapurin LGBT Føroyar varð settur á stovn.
Heitið stendur fyri samkynt, tvíkynt og transpersónar, og umboðar sostatt øll tey, ið ikki eru heteroseksuell.
Nú hevur so nevndin í LGBT tikið avgerð um, at fara út á miðnámsskúlarnar at upplýsa og kunna um felagsskapin og tað, hann stendur fyri.
- Felagið hevur nú eitt ár á baki, og ta tíðina hava vit brúkt at varpa ljós á okkum sjálvi á ein positivanhátt, og tað haldi eg, vit hava fingið markerað rættiliga væl, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT.
Hon heldur, at tey hava fingið nógvar góðar søgur út, og tað er gott.
- Men nú halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, tí tað finst einki beinleiðis undirvísingartilfar um LGBT’arar í Føroyum á føroyskum, og tað vilja vit gera nakað við, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Tey eru tí í ferð við at fáa tilfar framleitt í løtuni.
- Tá so skúlin byrjar aftur í heyst, ætla vit at fara runt um í øllum landinum í framhaldsdeildunum og miðnámsskúlunum at greiða frá um LGBT, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað finnast nógvar mytur um LGBT’arar.
- Eg haldi eisini, at tað er gagnligt at fáa gott og sakligt upplýsingartilfar á okkara egna máli um seksualitetir, sum eisini eru í Føroyum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Kunna og upplýsa
Hon heldur, at hetta evnið alt ov leingi hevur verið tabu í Føroyum.
- Tey seinastu árini hava vit merkt, at tað hevur veirð ógvuliga nógv kjak fyri og ímóti, og nú halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, og at vit veruliga hava brúk fyri eitt sindur av kunning og upplýsing. Fáa avmystifiserað nøkur ting, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað hevur týning at fáa sett andlit á, so fólk kunnu síggja, at talan er um púra vanlig fólk við púra vanligum størvum.
- Ein av endamálsorðingunum hjá LGBT Føroyar, er at kunna og upplýsa um LGBT’arar og sjónligtgera okkum í samfelagnum, tí ein av trupulleikunum fyrr hevur kanska verið, at tað hevur verið ov nógv dult. Tað hava verið ov fá fólk, ið hava staðið fram, og tí hevur fjøldin helst hildið, at tað hevur veirð øgiliga óvanligt, at verið LGBT’ari, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hesa fatan heldur hon, at tey hava brotið, og nú tíðin komin at taka eitt stig longur fram á leið.
- Tað er týdningarmikið at fólk vita, at tað eru aðrir seksualitetir enn heteroseksualitetur, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Sjálvt kunningartilfarið verður stuttir bólkingar um evnið, sum nema við ymiskar spurningar, bæði í mun til at vera samkyntur, og hvat hesi ymisku heitini merkja.
- Talan verður ikki um langar tungar bøkur, tað verða stuttir upplýsandi bóklingar, sum fólk helst skulu tíma at lesa, sigur Sonja Jógvansdóttir.
»Vit eru her«
Tað hevur sína orsøk, at neyðugt er at fara niður í fólkaskúlan at upplýsa og kunna um evnið.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið. Í veruleikanum skuldi verið farið heilt niður í barnagarð at greitt frá, at tað finnast ymiskir familjuformar í Føroyum. Og vit eru ógvuliga glað fyri, at har kom til dømis ein bók út fyri einum ári síðani, Mín familja, sum vísir nógvar ymiskar familjuformar, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Í bókini fáa børn at vita, at summi hava bara eina mammu og summi hava bara ein pápa.
- Onnur hava kanska tvær mammur ella tveir pápar, tí foreldrini eru skild og hava funnið sær hvør sín maka, meðan summi hava tvær mammur, sum liva saman, og onnur aftur tveir páar, sum liva saman, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað finnast so nógvir ymiskir familjuformar, at tað hevur týdning at varpa ljós á hetta frá heilt ungum av. Heilt frá vøggustovu og barnagarði.
- Heilt frá stovnanini av hava vit verið ógvuliga tilvitað um, at vit skuldu koyra eina positiva strategi í almenna rúminum. Vit eru ógvuliga nógv, sum liva her, vit eru ógvuliga nógv, sum dáma at liva her í Føroyum, og eru stolt av at vera føroyingar. Vit vilja fegin geva okkara íkast tikl samfelagið, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Tað var eisini orsøkin til, at felagið alt árið í fjør koyrdi eina herferð undir slagorðinum, »Vit eru her«.
- Vit settu andlit á ymiskar LGBT’arar, sum búgva runt í øllum landinum. Ymisk kyn, ymiskan aldur, og tað heldi eg fekk varpað ljós á okkum á ein positivan máta, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Faroe Pride
Eisini í arðar mátar hevur felagið kastað nakað positivt av sær.
- Tað hava eisini verið ymisk fólk í miðlunum og sagt frá sínari søgu. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð sóu vit ein pápa, sum var frammi og segði, at hann hevði ein samkyntan son, og at hann var stoltur av soninum hjá sær, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Tað heldur nevndarlimurin í LGBT vera sera positivt.
- Men ansast má eftir, at vit ikki offurliggera okkum. Vit hava nógv eftir at berjast fyri, tí vit hava ikki jøvn rættindi í Føroyum. Harvið tó ikki sagt, at vit eru kúgað, og vit mugu ansa eftir, at vit ikki kúga okkum sjálvi. Tí hava vit ført hesa positivu strategiina púra tilvitað, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Tey hava tí roynt at verið opin og tóna reint flagg.
- Men sjávandi skal eingin vera í iva um, at eitt av aðalmálunum hjá okkum er at fáa jøvn rættindi á øllum økjum, eingin igi um tað, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Men kunningin og upplýsingin á framhalds- og miðnámsskúlum er ikki tað einasta, ið stendur á skránni hjá LGBT, nú felagið er ársgamalt.
- Eitt stórt tiltak verður í summar, og tað er Faroe Pride, sum verður 27. juli og er sostatt ein byrjan til Ólavsøkuna. Har hava vit verið so heppin, at vit longu hava figið stuðul at skipa fyri tiltakinum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Tað arbeiðið er langt síðani farið í gongd, og meira verður at hoyra um hetta seinni.
- Tað liggur tó fast, at talan veðrur um eina listaframsýning, umframt stóru Pride skrúðgonguna og møguliga onkur konsert aftrat. Tað verður so næsta stóra tiltakið hjá okkum, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Nýggja nevndin í LGBT, vald á aðalfundi hósdagin 19. Apríl:
Eva Berg
Sunnvá Háberg Eysturstein
Annika Vang
Jóannes Høgnesen
Ejler Fagraberg
Sonja Jógvansdóttir