Kynsligur ágangur í morgunballum

Ein ungur maður er í Føroya Rætti í dag ákærdur fyri í tveimum førum at hava framt »anden kønslig omgang end samleje« móti verjuleysum kvinnum

Føroya Rættur viðgerð í dag eitt mál um kynsligan ágang. Ákærdi, ein 24 ára gamal maður, skal í tveimum førum hava tvingað sær atgongd til »analsex« við kvinnur, sum vegna »træthed og spiritus« ikki vóru førar fyri at verja seg.

Seinna hendingin fór fram í einum morgunballi í Klaksvík 17. maj í 2008, tá hin ákærdi eftir ákæruritinum skal hava lagt seg í seingina hjá órættaðu, har hann hevur framt analsex, samstundis sum hann hevur følt millum beinini á henni.

Eftir hendingina meldaði kvinnan tann 24 ára gamla, og løgreglan setti eina kanning í verk.

Tá tað kom fram, at maðurin varð meldaður, setti enn ein kvinna seg í samband við løgregluna og meldaði sama mann fyri sama kynsliga ágang. Hesin fór fram eftir eitt annað morgunball í Klaksvík, hin 5. august 2007, har ákærdi skal hava tvingað sær atgongd til kvinnuna og framt analsex, meðan kvinnan vegna »træthed og spiritus« ikki var før fyri at verja seg.

Báðar kvinnurnar vóru í rættinum í dag umboðaðar av sakførarum, sum vegna kvinnurnar hava lagt fram endurgjaldsskrav móti manninum upp á 50.000 krónur hvør.

Ákærdi noktaði seg sekan í ákærunum.

Vitnisavhoyringarnar fóru fram fyri afturlætnum hurðum eftir kravi frá verjanum, Christiani Andreasen. Ákærin, Finn Ougaard, setti seg ikki ímóti hesum kravi.

Málið verður tikið upp til dóms í dag.