Alsamt fleiri danir verða smittaðir við kynssjúkum. Tilburðirnir av gonore, syfilis og klamydia eru so nógvir, at danskir læknar siga talan vera um eina umfarsótt. Serliga nógv ung í teimum stóru býunum verða smittað.
Sagt verður, at tey ungu taka ikki ávaringarnar frá læknunum í álvara, tey verja seg ov illa, og tey fara heldur ikki til lækna at verða kannað fyri kynssjúkur. Víst verður í hesum sambandi á, at nógv eru smittað uttan at vita tað.
Í 2016 fingu 1442 kvinnur og 2036 menn í Danmark staðfest, at tey høvdu gonore. Tað eru sjey ferðir so nógvir tilburðir sum í 2011, tá 498 fólk fingu staðfest gonore.
Tað sama ger seg galdandi fyri syfilis. Í 1999 vóru 22 tilburðir av syfilis. Nú verða umleið 700 syfilistilburðir staðfestir í Danmark um árið. Serumstovnurin er ikki liðugur enn at kanna tølini fyri 2017, men upplýst verður fyri Berlingske, at tilburðirnir av gonore, syfilis og klamydia vóru ikki færri í fjør enn árið fyri.
Í Heilsulýsing fyri Føroyar 2015-2016, sum Landslæknin gav út í fjør, stendur, at ein tilburður av syfilis er fráboðaður í Føroyum tey seinastu 21 árini. Fýra gonoretilburðir vóru staðfestir í Føroyum frá 2009 til 2016.