LÍF heldur stílin

Málið er at flyta upp, og hóast teir siga seg vita, at kappingin verður stór, so halda teir í Leirvík, at tað eigur at fara at bera til

1. DEILD

Tað gongur sum eftir ánni hjá LÍF. Teir eru einasta liðið, sum ikki hevur tapt, og tað er bara eitt mál farið ígjøgnum. Leygardagin vunnu teir 5-0 á Royn, ið er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið. Royn hevur bara skorað eitt mál!
- Vit eru væl nøgdir við gongdina higartil. Málið var undan kappingarbyrjan at enda millum tvey tey bestu og harvið at vinna pláss í fremstu deildini. Har hava vit ikki verið í 13 ár, sigur Jógvan Júst Olsen, formaður í LÍF.
Næstu ferðirnar skal LÍF spæla móti VB/Sumba og KÍ.
- Teir dystirnir mugu vit vinna, um vit skulu hugsa um at flyta upp. Ivaleyst verður mótstøðan kortini nóg stór. Ikki minst í Klaksvík. Fleiri av okkara spælarum eru klaksvíkingar, so tað verður ivaleyst heilt spennandi, heldur LÍF formaðurin.

B71-SÍ 6-3
Undan steðginum leikaði javnt á, og støðan var 2-2, tá ið tað var hálvleikt. Eftir steðgin tóku heimamenninir verjupartin í størri álvara, og tá glapp orduliga. SÍ legði bragdliga fyri, og eftir uppspæl í høgru og út frá setti Jóan Petur á Stongum hol á.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði Wellington Soares við góðum langskoti. Men Marcello Marcelino, sum stutt frammanundan hevði misnýtt, legði SÍ framum aftur. Sørvingar vóru ikki lidnir at fegnast, so var aftur javnt. Gert Lydersen legði innfyri úr høgru, og Magnus Olsen lyfti við høvdinum uppum málverjan.
Eftir steðgin gekk sum eftir ánni hjá B71, sum skoraði trý mál eftir lítlari løtu. Gert Lydersen átti innleggið til 3-2 málið, sum 16 ára gamli Rasmus Nielsen stútaði. 4-2 málinum átti ungi maðurin eisini sín part í. Hann sneiddi tveir av, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Clayton Soares. Og bara lítla løtu seinni var 5-2. Aftur hesa ferð átti Gert Lydersen innleggið úr høgru. Clayton Soares stútaði upp á tvørs aftur, og Magnus Olsen stýrdi bóltinum í málið.
SÍ svaraði aftur við B71 sjálvmálið. Eli Hentze royndi seg við afturlegging, sum málverjin ikki ansaði nóg væl eftir. Sørvingar spruttaðu eitt sindur, men Magnus Olsen stgaðfesti við góðum lobbara sín góða dag (trý mál) og trivaliga heimasigurin.

KÍ-VB/Sumba 1-0
Hjá KÍ ræður tað fyrst og fremst um at halda seg røttu megin keðiligu strikuna. Eftir ógvuliga trilvandi fyrstu umførini hevur tað seinastu ferðirnar gingið rættuliga væl. Serliga týdningarmiklir eru sigrarnir móti teimum, sum tað kann roknast við eisini fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Talan var um tætta uppgerð í Klaksvík, har gestirnir úr VB/Sumba høvdu leikliga yvirvág í 1. hálvleiki, og har tað var meiri javnt eftir steðgin. Málmøguleikar vóru báðar vegir, men tað kom bara eitt mál. Tað skoraði Erling Fles tíðliga í 1. hálvleiki. Miðvallarin David Bertholdsen spældi hann leysan við stikkbólti, og Erling var tryggur, tá ið hann kom móti málverjanum.
Tíðliga í ár spældi Erling eina ferð við LÍF, men nú er spæliloyvið aftur í Klaksvík, og tað kemur væl við hjá næstbesta liðnum. Tá ið VB/Sumba vann stórt í Hvalba, var Bjarni Johansen stóri maðurin. Bjarni var ikki við í Klaksvík.

TB-FSV04 0-1
Talan var um tætta uppgerð millum tvey lið, sum fegin vilja vera millum tvey tey bestu, tá ið kappingin verður liðug. Felags fyri bæði liðini hevur verið, at tey higartil ikki heilt hava livað upp til vónirnar. Stóri týdningurin av møguleikanum ikki at fáa stig darvaði samanspælinum, sum tað gekk illa at fáa at hanga saman.
Báðir partar høvdu málmøguleikar, men tað tóktist leingi skula endað málleyst. Einasta málið fekk FSV04, tá ið tað vóru níggju minuttir eftir. Málskjútti var Gisli Sveinbjørnsson, eftir at Karl Jóhan Djurhuus hevði lagt innfyri úr høgru. Frammanundan hevði Birgir Joensen stutt eftir at hann í 2. hálvleiki var komin á vøllin rættuliga stóran møguleika, men eftir innlegg úr høgru sendi hann uppum málið.
Síðstu løtuna trýsti TB rættuliga nógv. Teir fingu fleiri hornaspørk. Í teimum støðunum eru teir altíð vandamiklir, men FSV04 helt tætt. Allan Poulsen fekk møguleika í brotsteiginum, men hann rakti ikki nóg væl.
Í yvirtíðini fekk innskifti Mortan Joensen langa sending, á veg móti TB málinum togaði Kim Roest ov nógv í vágamannin. Tað kostaði seinna gula kortið og harvið ostaskorpuna.

HB-AB 2-4
Argjamenn plaga at hava tað torført í Gundadali. Hesa ferð gekk væl, og tað boðar ivaleyst frá nýggjum fótbóltstíðum á Argjum.
Enn dúva teir nógv upp á fremmanda arbeiðarar, um tað er loyvt at taka soleiðis til. Allan Mørkøre skoraði fyrsta málið eitt sindur úr høgru, og veteranurin, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í høgru, átti sín lut í øllum AB málunum.
Løtu eftir fyrsta málið átti hann innleggið til málið, sum ungi argjamaðurin Dion Jacobsen skoraði. Undan steðginum minkaði Poul Tummas Dam um munin. Ungi maðurin, sum var miðvallari hesa ferð, umsetti brotsspark, ið var dømt eftir hornaspark.
Stutt eftir steðgin økti Eyðstein Jacobsen um munin til 3-1 eftir innlegg frá Allani Mørkøre, og Dion Jacobsen stútaði AB framum 4-1, eftir somu uppskrift. Hendrik Rubeksen er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg. Hann pyntaði um til 4-2 við beinleiðis frísparki.

LÍF-Royn 5-0
Tað var ongantíð ivi um, hvat stigini fóru. Spurningurin var heldur, hvussu stórur heimasigurin skuldi gerast í øllum tunnilsróminum.
Royn hevði ikki nógv at bjóða uppá. Hugburðurin hjá teimum var, at tapið skuldi verða minni, enn tað var í fjør, tá ið teir taptu við tvísifraðum tali.
LÍF vann 5-0, og teir høvdu møguleikar til meiri enn tvífalt so stóran sigur. Magnus Skoralíð, sum tykist vera heilt væl fyri, setti hol á, og undan steðginum økti ein annar av evnaríku leirvíkingunum. Andreas Lava Olsen spældi eitt tvey við Hans Fróða Hansen, sum tóktist vera smáskaddur og hevði sett seg sjálvan í álopið ta løtuna, hann var á vøllinum.
Eftir steðgin økti Magnus Skoralíð til 3-0, og hann átti frísparksinnleggið, sum Áslakur Jacobsen við høvdinum sendi í hvalbiar málið. Síðsta málið skoraði Marius Nystrøm Hansen, sum var komin á vøllin fyri Hans Fróða Hansen.