Leirvíkingar fingu einki burturúr, tá teir leygardagin í Klaksvík gjørdu eina roynd at betra um hættisligu støðuna í botninum.
Klaksvíkingar høvdu nógv kend nøvn á næstbesta liðnum. Allir spælararnir uttan ein hava roynt seg í 1. deild, og tí var tað ikki óvæntað, at KÍ hevði øll stigini eftir í Klaksvík.
Men tað tók sína tíð, áðrenn stigini vóru í pottinum. Í 2. hálvleiki trýsti og trýsti KÍ, teir spældu seg til fleiri møguleikar, men Trygvi Olsen megnaði sera væl at verja fyri, og tá bólturin fór framvið honum, so rakti hann fleiri ferðir í stólpan og tvørtræið.
John Ryan skoraði sigursmálið í síðsta minuttinum. Hann varð spældur leysur av Tomislav Sivic.
LÍF kom á odda í 10. minutti. Miðvallarin Mirek Gil spældi við tunnli sera hegnisliga Jonhard Høgnesen leysan. Átta minuttir seinni javnaði miðvallarin Símun Joensen. Tomislav Sivic sneiddi í vinstru tveir mótstøðumenn av sær, áðrenn hann av baklinjuni trillaði bóltin út frá til U?18 landsliðsmannin.
LÍF kom framum aftur, tá Tomek Resel umsetti brotsspark til mál. KÍ málverjin var eitt sindur klossutur, tá hann tók um ein mótstøðumann, sum hevði stútað bóltin upp um hann, men við síðuna av málinum.
Í síðsta minuttinum undan steðginum javnaði Allan Joensen. Fríðin Ziskason spældi út um brotsteigin, Allan Joensen smekkaði til fyrstu ferð, og tað sang í netinum.
Seinnapartin av 2. hálvleiki vóru leirvíkingar bara tíggju. Niklas á Líðarenda vísti tvær ferðir gula kotið til Áslak Jacobsen, sum eftir seinna kortið eisini sá reytt.
Klaksvíkingar hava væl og virðiliga bjargað sínum liði undan niðurflyting. Í Leirvík stendur verri til. Teir flyta ikki beinleiðis niður, men um teir skulu sleppa undan at spæla um plássið í 2. deild, so mugu teir vinna, tá GÍ leygardagin kemur til Leirvíkar. Í síðsta umfarinum skal LÌF spæla ímóti B36 í Gundadali.
jh
2. deild KÍ?LÌF 3?2
(2?2)
0?1: Jonhard Høgnesen 10.
1?1: Símun Joensen 18.