Lóg um fjølmiðlaábyrgd fyri tingið

Í hesum døgum liggur uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd í løgtinginum. Uppskotið hevur verið áleiðis í langa tíð og er nú lagt fyri tingið.

Fjølmiðlar
Jan Müller
[email protected]

Í grannalondum okkara hava tey ymiskar skipanir og er føroyska uppskotið rættiliga meinlíkt tí danska. Herfyri var hoyring í Keypmannhavn, har umboð fyri miðlarnar umrøddu týdningin av eitt nú fjølmiðlanevndini (Pressenævnet, blaðm.), sum hevur verið ein náttúrligur partur av donsku skipanini í mong mong ár.

Pressunevndin, sum tekur sær av klagum frá borgarunum um viðgerð í miðlunum, er partur av lógini um fjølmiðlaábyrgd. Endamálið hjá pressunevndini er gjøgnum góðan fjølmiðlasið at verja trygdina hjá tí einstaka borgaranum mótvegis fjølmiðlunum. Hóast allir danskir fjølmiðlar koma undir hesa skipan er tað ymiskt, hvussu miðlarnir meta um týdningin av hesi skipan.

Fyri at taka pulsin á nøkrum teirra hitti Sosialurin tveir av blaðstjórunum á tveimum av teimum stóru donsku bløðunum, Bent Falbert frá Ekstra Blaðnum og Bo Maltesen frá Politiken. Bæði bløðini hoyra til Politikens Hus konsernina men arbeitt púra óheft. Blaðstjórarnir báðir hava rættiliga ymiskar meiningar um umrøddu skipan.