Tíðindaskriv
Løgmansskrivstovan
Á landsstýrisfundi týsdagin tann 31. august vóru m.a. hesi evni fyri:
? Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu
(løgmaður)
? Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum)
? Upprit um at seta á stovn ein dagstovn til børn við serligum atferðar- og tilknýtingartrupulleikum
(landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum)
? Upprit um at broyta kommunuvallógina
(landsstýrismaðurin í innlendismálum)
? Upprit um felags endurskoðan av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum
(landsstýrismaðurin í mentamálum)
? Uppskot til kunngerð um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrismanni.