Lógarbrot valdsmanna og embætismisnýtsla

Viðmerking

Jógvan Jacobsen,
Unga Tjóðveldisins formaður

Tað hendi í teimum døgum tá Jóannes var løgmaður í Føroya landi. Gamal lønarsáttmáli millum Maskinmeistarafelagsins og SEV var gingin út. Hesi bæði gingu saman í ráð, samdust um lønarhækking til maskinmeistaranna og gjørdu nýggjan sáttmála sína millum.

Men alt hetta fekk ilt í Bárð, sum tá var fæhirði í Føroyum. Stjórnarsamgongan hevði veturin undan hesum givið sær sjálvari skattalætta fyri almennar pengar. Men nú, tá onnur átti tørn at hækka sína inntøku, bar ikki til longur. Samfelagið hevur ikki ráð til slíkar lønarhækkingar, segði Bárður og sýtti fyri at staðfesta nýgjørda sáttmálan. Maskinmeistararnir í starvi hjá SEV fullu verk síni av hesum.
Jóannes løgmaður var tá staddur á Danamørk, so Bjarni virkaði sum løgmaður meðan hetta hendi. Hann gjørdi tá lógaruppskot um at leingja lønarsáttmálan óbroyttan uttan lønarhækking til maskinmeistaranna í fimm mánaðir. Tá skuldu Maskinmeistarafelagið og SEV sleppa at gera nýggjan sáttmála sína millum.
Eftir landslógini skuldu øll lógaruppskot eftir tingviðgerð kunngerðast í almenna Kunngerðablaðnum fyri at fáa lógargildi. Men Bjarni vildi ikki halda landslógina. Lógaruppskotið skuldi heldur lesast upp í útvarpi Kringvarps Føroya og tá fáa lóargildi í stundini. Men eftir landslógini kundi lógaruppskot ikki fáa lógargildi uttan at tað varð kunngjørt sambært kunngerðarreglunum í galdandi lóg. Lógaruppskotið hjá Bjarna skuldi ætlandi kunngerðast sambært kunngerðarreglunum í lógaruppskoti, sum ikki hevði lógargildi. Bjarni gjørdi sum ætlað og breyt soleiðis landslógina og misbrúkti embæti sítt.
Soleiðis vórðu maskinmeistarar kroystir aftur til arbeiðis og teir fóru. Men onnur feløg góðtóku ikki hesa valdsmanna framferð. Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Postfelagið fullu verk síni í mótmæli.
Soleiðis fór alt hetta framm orsakað av lógarbroti valdsmanna og embætismisnýtslu á tingi og í stjórn. Og soleiðis er skilið í Føroyum enn.