Í dag hevur røktar- og umlættingarheimið Lágargarður 25 ár á baki.
Júst henda dagin fyri 25 árum síðani fluttu fyrstu húsfólkini inn í stásiliga heimið, ið kostaði 50 milliónir krónur, og sum á ongan hátt stóð aftan fyri tilsvarandi heim í grannalondunum, heldur vóru umstøðurnar betri.
Heimið, ið er 4000 fermetrar til víddar, varð bygt við trimum røktareindum við 16 búplássum á hvørjari eind, dagstovni við virkisstovu, fysio- og ergoterapi og ídnaðarkøki.
Hesi 25 árini hava yvir 1000 fólk búð á heiminum, antin sum húsfólk ella til umlætting.
Núverandi leiðari er Meta av Fløtum, ið tók við starvinum eftir Marjun Smith.
Í dag verður almenn móttøka á Lágargarði frá kl. 15 -17.