Lógaruppskot uttan løgmann

- Eg veit ikki um nakra politiska ætlan at krevja gjøld frá sjúklingum, sigur løgmaður í almennari fráboðan á Facebook, eina viku eftir at lógaruppskot um gjald fyri uppihald á somatiskari seingjadeild er sent til hoyringar.

Løgmaður er rættuliga bersøgin í viðmerking á Facebook um nógv umrøddu ætlanina at krevja gjøld frá fólki, ið eru liðugt viðgjørd í føroyska sjúkrahúsverkinum, men framvegis eru liggjandi har.
- Tað verður áhugavert at fáa at vita, hvat henda søgan um gjøld til liðugtviðgjørdar sjúklingar snýr seg um, við objektivum brillum. Hetta hevur ikki verið á landsstýrisfundi, tað eg veit um, og eg veit ikki um nakra politiska ætlan at krevja gjøld frá sjúklingum, og er hetta ikki partur av samgonguskjalinum, fráboðar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook mikukvøldið.
Síðsta leygardag bar Portalurin tíðindini um ætlanina at krevja gjald frá fólki, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at tey eru liðugt viðgjørd. Tað setti ferð á orðaskiftið um sjúkrahúsverkið, og í vikuni varð málið reist við fleiri fyrispurningum á løgtingi.
Mikukvøldið, eftir orðaskiftið á tingi, fór Kaj Leo Holm Johannesen uppí kjakið. Á Facebook skýrir løgmaður málið at vera ”stormur í vatnglasi”, og hartil sigur løgmaður seg hava skilt, at tað so at siga er ómøguligt hjá landsstýrismanninum at sleppa framat at siga, hvat vendir upp og niður í málinum.

Lógaruppskotið
15. januar sendir Heilsumálaráðið hjá Karsteni Hansen eitt lógaruppskot út til hoyringar hjá eini røð stovnum. Í lógaruppskotinum verður skotið upp at gera fleiri broytingar í lógini fyri sjúkrahúsverkið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir til at seta í lógina, at ”landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri uppihald á somatiskari seingjadeild fyri persónar, ið eru liðugt viðgjørdir.”
Í viðmerkingum til sama lógaruppskot skrivar landsstýrismaðurin víðari at ”um lógarbroytingin verður samtykt, er ætlanin at tilevna eina kunngerð um gjald fyri uppihald á somatiskari seingjardeild, fyri sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir.” Landsstýrismaðurin roknar við, at Landssjúkrahúsið á henda hátt kann spara millum 200.000 og 400.000 krónur.