Gjárkvøldið var eitt harðskapsmál í Klaksvík.
Ein klaksvíkingur var komin til ilnar við tveir útlendingar inni í Roykstovuni, og teir fóru útum.
Annar útlendingurin slerdi so klaksvíkingin, sum datt, og hin útlendingurin slerdi síðan liggjandi mannin upp undir andlitið.
Hvussu stóran skaða maðurin hevur fingið, veit politiið ikki enn.
Teir báðir menninir vórðu handtiknir og fluttir til Havnar, har teir sita og bíða, til rættarfundur verður. Hest verða menninir vístir av landinum.
Menninir vóru við einum fiskiskipi, sum er siglt undan teimum.