Løgdu hald á 100 kilo av rúsevni

Evropeiska løgreglusamstarvið Europol hevur stongt tríggjar rúsevnaverksmiðjur og lagt hald á meiri enn 100 kilo av amfetamini umframt vápn og lóður, samstundis sum fleiri fólk eru handtikin. Hetta er úrslitið av einum einum av teimum størstu átøkunum ímóti rúsevnahandli í Evropa.

Málið byrjaði, tá løgreglan í Svøríki kom fram á nógv amfetamin, sum varð smuglað til landið. Løgreglan í fleiri londum kom upp í málið, og síðani í mars í í 2011 hevur Europol samskipað arbeiðið.

Europol sigur, at tað mesta av rannsóknmararbeiðinum hevur verið í Svøríki og Týsklandi, men at málið hevur havt tilknýti til fleiri evropeisk lond.