Ákæran ljóðaði upp á, at maðurin »í lonrgi tíð fram til 21.11.11 at hava dyrkað í minsta lagi 34 hassjplantur« og 859 royndir at dyrka hassjplantur.
Maðurin noktaði seg sekan í royndunum at dyrka 859 hassjplantur.
Hann viðgekk tó, at hann hevði 17 fullvaksnar hassjplantur umframt 17 stiklingar, sum hann hevði klipt av teimum fullvaksnum hassjplantunum.
Hann greiddi frá, at hann hevði planturnar standandi uppi á loftinum, har hann hevði skermað rúmið av, har planturnar stóðu, við pappíri.
Hann greiddi frá, at plantan veksur í fýra til seks vikur til tær eru so mikið stórar, og síðani verða tær settar undir sterkari ljós, har tær so standa í einar tíggju vikur.
Hann hevði sett upp tvey 400W neonljós, umframt ein timara, at stýra ljósávirkanini. Somuleiðis hevði hann eisini sett nakrar smáar viftur upp.
56 ára gamli maðurin greiddi frá, at besti hitin var 25 stig.
Ákærin, Stefan Møller Jørgensen, spurdi nakað inntil, hvussu syrgt var fyri at hitin var passaligur, men til tað svaraði tann ákærdi, at tað var ikki gjørt. Men hann segði, at ljósið sjálvandi gav nakað av hita.
Ódýrt
56 ára gamli maðurin greiddi frá, at planturnar vóru filt vaksnar, tá tær vóru umleið 50 sentimetrar høgar.
Tá verða tær skornar av heilt niðri við, og so hongdar upp at turka, greiddi ákærdi maðurin frá.
859 stykkir av hampfræ vórðu funnin inni hjá manninum, men har segði ákærdi maðurin seg vera samlara av hampfræ, og at hann ongar ætlanir hevði um at planta fræini.
Hann segði eisini, at slík fræ eru bert haldbar í fimm ár, so nyttar einki meir at royna at planta tey, og at hesi fræini vóru væl eldri.
Ákærdi maðurin segði eisini, at hann bert dyrkaði til egið brúk, og hóast hann hevði givið nakað av hassji burtur, hevði hann ongantíð selt nakað.
Hann segði seg roykja um trý gramm av hassj um dagin, og tað krevur tríggjar plantur aðru hvørja viku.
Hinvegin segði hann, at tað ikki var dýrt at gera eitt slíkt hassjlabratorium.
- Eg havi altíð borið orð fyri at samla, og eg tveiti ongantíð nakað burtur. Tí hevur tað ikki kosta mær serliga nógv at fáa gjørt plantasjuna. Og eg meti, at tað kostar um 300-400 krónur um mánaðin at reka eitt slíkt laboratorium í streymi, segði ákærdi maðurin.
Gott fyri heilsuna
Síðani var komið inn á prísin fyri skunk og hassj í Føroyum, og har førdi ákærin fram, at hampfræini kundu ført til 15 kilo av hassj, sum fyri 250 krónur grammið hevði ført til eina upphædd á 3.750.000 krónur.
Men ákærdi maðurin helt fast við, at hann ongantíð hevði selt hassj, og at tað einki hevði kostað honum at byrja upprunaligu plantasjuna, tí fræini hevði hann funnið í einari bingju, har onkur hevði tveitt tey burtur.
Ákærdi maðurin greiddi eisini frá, at tað var heilsugott at roykja hassj, tí tað hjálpti upp á ov høgt blóðtrýt, eins og tað var gott fyri diabetis, sum hann eisini leið av.