Lóggávan er trupulleikin

Bjørn á Heygum, advokatur og fyrrverandi løgtingslimur, ið var við til samtykkja lógina um umlegging av lánum, heldur, at stóri trupulleikin í málinum um Arctic Viking liggur í lóggávuni og ikki í leiklutinum hjá reiðarínum. Hann skilir ikki, at politikkur er komin í málið, tí P/F Líðin hevur hildið lóggávuna. Reiðarin á Arctic Viking, Jóhan Joensen, stendur eisini spyrjandi.

Málið um útflaggingina hjá rækjuskipunum, Arctic Viking, hevur aftur fingið nýggj bein at ganga á. Í gjár kom fram í SVF og ÚF, at umstrídda málið skal nú viðgerast á politiskum stigi. Seinastu vikurnar hevur mikil orðadráttur tikið seg upp um umsóknina hjá P/F Líðini um at sleppa at flagga út undir litaviskum flaggi.
Ónøgd er um, at landskassin í síni tíð veitti reiðarínum eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, so Arctic Viking ikki fór av knóranum. Fá ár eftir lánið frá landskassanum hava eigararnir goldið sær sjálvum vinningsbýti á góðar 2. mio. krónur. Stórt spurnartekin hevur verið sett við, hvussu moralskt røtt avgerðin við vinningsbýtinum í royndu veru var
Trýst varð lagt á politiska myndugleikan at nakað við málið. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, legði málið fyri samgonguna. Lítla samgonga umrøddi málið fríggjadagin, og tá varð avrátt, at málið um útflaggingina skal viðgerast politiskt.
Fiskimálaráðið hevði annars tikið støðu í málinum, og mælt til, at Arctic Viking fekk loyvi at flagga út í fyribils tvey ár. Umlagda avdráttar- og rentfría lánið hjá skipinum skuldi hesi árini standa í stað.

Skelkaður
Reiðarin á Arctic Viking, Jóhan Joensen, stendur fullkomiliga spyrjandi eftir, at tað nú er greitt, at umsóknin um útflagging ikki endaliga kann svarast fyrr, enn hon er viðgjørd politiskt.
? Vit hava hildið okkum til galdandi lóggávu á økinum, og tí skelkar tað meg, at málið nú skal á politiskt stig. Eg ivist eisini stórliga í, um mannagongdin hjá samgonguni er loyvd. Vit hava sett ein sakførara á málið fyri at kanna um røtt mannagongd er fylgd, sigur Jóhan Joensen.
Spurdur, um hann metir, at rættartrygdin er í vanda, svarar reiðarin á Arctic Viking, at hann í hesum døgum setir stórt spurnartekin við rættartrygdina, tí reiðariíð hevur alla tíð handlað innanfyri galdandi lóggávu, sum hann málber seg
Samgongan er eftir øllum at døma á einum máli um, at lógin um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan eigur at verða broytt. Løgtingslimir, ið vóru við til at samtykkja lógina í 1997 hava alment boðað frá, at lógin í sínari var gjørd í skundi, og at hon átti at verið betri úr hondum greidd.
Lógin um umlegging av lánum verður av nógvum mett at vera ófullfíggjað. Hon tekur millum annað ikki hædd fyri útflagging, og tí eru nógvar røddir frammi um, at lógin treingir harðliga til ábøtur.
Reiðarin á Arctic Viking, Jóhan Joensen, sigur seg ongar trupulleikar hava av, at lógin verður broytt. Hann leggur tó dent á, at umsóknin til útflagging hjá Arctic Viking eigur eftir hansara tykki at verða viðgjørd eftir gomlu lóggávuni, tí umsóknin varð send, áðrenn samgongan metti, at neyðugt var við nýggjari lóggávu.

Lógin er trupulleikin
Bjørn á Heygum, advokatur, var í síni tíð við til at samtykkja lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan. Hann stendur eins og Jóhan Joensen spyrjandi eftir, at politikkur er komin upp í málið.
? Tað er eitt sindur løgið, at málið um Arctic Viking skuldi gerast ein politiskur spurningur, tí eftir galdandi lóggávu er tað er umsitingin í Fiskimálaráðnum, ið eigur endaligu avgerðina í málinum, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn á Heygum hevur alment víst á, at hann heldur, at núverandi lóggáva er stak óheppin, tí hon er ófullfíggjað.
? Tað er einki at dylja yvir, at núverandi lóg er ófullfíggjað, og at hon ikki tekur fyrilit fyri øllum økjum. Eitt er útflagging, og tí er møguligt, at lógin skal endurskoðast og tiltrongdar ábøtur fremjast, so hon verður meira fullfíggjað, greiðir Bjørn á Heygum frá.
Fyrrverandi sambandstingmaðurin metir, at lógin átti í nógv størri mun at røkt áhugamálinum hjá landskassanum, enn hon ger í núverandi líki.
Bjørn á Heygum leggur dent á, at stóri trupulleikin í málinum um Arctic Viking er lóggávan og ikki leikluturin hjá reiðarínum, tí tað hevur hildið seg til galdandi lóggávu.
- Feilurin liggur ikki hjá Arctic Viking, men í sjálvari lógini. Reiðaríið eigur at disponera yvir núverandi lóggávu, og eftir henni er einki, ið forðar teimum at flagga út. Hvørjar broytingar verða framdar við nýggju lóggávuni er ilt at meta um, men hugsast kann, at møguleikarnir hjá Arctic Viking verða skerdir við nýggju lóggávuni, og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Bjørn á Heygum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum boðaði bæði Útvarpi- og Sjónvarpi Føroya frá, at væntandi verður uppskotið um lógarbroytingina lagt fram í november mánað. Úrskurðurin í løgtinginum fer eftir øllum at døma at avgera lagnuna hjá Arctic Viking í umstridda málinum um útflagging.