Ætlanin við hesum sáttmála er, at hann skal tryggja, at atlit verða tikin til viðurskifti hjá teimum, sum bera brek. Ì kjalarvørrinum á hesum sáttmála setti innlendismálaráðið í gildi kunngerðina um atkomuviðurskifti fyri tey, sum bera brek, ein kunngerð, sum hevði verið ávegis í 20 ár. Hetta má sigast at vera 2 stór framstig á hesum øki. Men líta vit aftur á árið 2010, kunnu vit tíverri ikki fáa eyga á nøkur nýggj frambrot til frama fyri fólk, ið bera brek. Okkara nýggjárslyfti fyri 2011 má tí vera, at vit skula bøta um hesa gongd.
Lógardygd og lógargóðska skal tryggja rættindi hjá fólki við breki
Fleiri atfinningar m.a. frá landsgrannskoðanini hava verið um manglandi lógareftirkanning og lógardygd í føroyskari lóggávu. Hesar atfinningar skulu takast í álvara. Vit hava dømi um, at lóggáva ikki verður fylgd upp við tilhoyrandi kunngerðum, og at neyðugar fylgibroytingar í øðrum lógum ikki verða gjørdar. Hetta hevur við sær, at ivi verður sáddur um galdandi rætt á økinum. Neyðugt er at samskipa alt lóggávuarbeiðið betur, og at politiska skipanin hevur eina felags fatan av týdninginum av lógardygd. Nú innlendismálaráðið varðar av lógarmálum, fer innlendismálaráðið umframt at samskipa eitt dygdargott lóggávuarbeiði millum aðalráðini at taka stig til at broyta rundskrivið um lógareftirkanning.
Ì dag skulu øll lógaruppskot, ið verða løgd fyri Tingið greiða frá, um lógaruppskotið hevur við sær fíggjarligar avleiðingar, umhvørvisligar avleiðingar, sosialar avleiðingar v.m. Ætlanin er, at ein nýggjur teigur skal verða afturat, sum skal lýsa, hvørjar avleiðingar lógaruppskotið hevur fyri fólk, ið bera brek. Ætlanin er, at hesin teigur skal viðvirka til, at ljós verður varpað á, á hvønn hátt lógaruppskotini fara at ávirka fólk við breki. Við at víðka hetta sokallaða lógarskema verða embætisfólk, ið arbeiða við lógaruppskotum og tingfólk mint á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek, og um lógaruppskotini hava positivar ella negativar avleiðingar fyri hendan samfelagsbólk. Ì Føroyum hevur rákið tíverri verið, at vit seta eina ørgrynnu av altjóða sáttmálum í gildi fyri Føroyar, og so halda vit, at alt stendur væl til. Hetta er ein skeivur hugburður til hesar týðandi sáttmálar, og fyri at minna fólk á, ið dagliga arbeiða við lógararbeiði, fer innlendismálaðið umframt altjóða sáttmálan fyri fólk við breki at varpa ljós á sáttmálar sum CEDAW og altjóða mannarættindasáttmálan í krøvunum til lógaruppsetan. Vónandi kann hetta verða viðvirkandi til, at vit í 2011 fara at verða betur til at yvirhalda teir altjóða sáttmálar, sum vit seta í gildi fyri Føroyar og geva hesum sáttmálum veruligt innihald.