Arnstein Niclasen
---
Líggjas í Bø um Óla Jákup Jacobsen: »Úrmælingur í 20. øld«.
»Ein bumlari og ein annar bumlari« plagdi Sámal í Grótinum at taka til. Og her er talan um ein original, ið skrivar um ein annan original – í positivum týdningi – sjálvandi!
Tann hálvsmædni og hittinorðaði og snildi vinnulívsmaðurin: Líggjas í Bø (skald, telgjari o.a.m.) hevur brúkt síni støvsins ár til at rekja longu og ríku vinnulívslínu sína niður í stamp og so at rista nakrar minnisrúnir yvir nøkur áhugaverd býarbørn. Hesaferð um buss- og fergumannin, entreprenørin og ótroyttiliga uppfinnaran »Óla-Jage« (Ole Jacob Jacobsen (1890-1971)). Hin bókin - um “Lingu og Mikka-Mallus” - bleiv rivin niður av hillunum í handlum og útseld eftir fáum døgum.
Bókin er vituliga eftirtektarverd. Stílurin er lættur og livandi humoristiskur. Høvundurin eymkar seg einastaðni um nakrar danismur (hvat ið tað so er) hava sníkt seg inn í tekstin. Tað skal hann ikki harmast um. Alt annað vildi verið pátikið tvætl. Og tað hava vit ríkiligt av. Serliga millum sjálvhátíðarligar »týðarar og rættlesarar«. Tí stílurin er maðurin!
»Humor er eisini perpektivforskjóting« – hevur onkur sagt - (so sum tekningarnar hjá Óla P. í bókini). Og ofta við eini afturundirgerð av sorgblídni. Eitt annað dømi er: táið tann veldiga madamman liggur á knæ albrynjað við kakurulluni framman fyri songini og hóttir visaliga mann sín at koma út undan til at verða avbukaðan. Lítli húsbóndin fýsir tá innan úr myrkrinum millum »gimburlomb av støvi« og kroystur undir songini - »Eg komi so aldrin útundan. Eg skal vísa tær hvør ið er Harri her í húsinum«. (Hesin sorgarstandur er sjálvandi einki at flenna at, men tó ..!?)
Øll í bygdini tá kendu Óla Jákup. (Eisini undirritaði – uppvaksin har norðuri og kommunuverkfrøðingur frá 1968-1970). Og søgurnar eru ótaldar um henda altíð vælhýrda garpin. Miðlingasonur millum nýggju systkin. Fekk sjey børn. Og góða kona hansara Anna Sofía, ring av astma, bleiv bara hálvthundrað ár (1889-1939).
Men lesi og njóti bókina sjálvi. Eg skal her bara ríva nakrar hálvgloymdar søgur upp úr minniskrubbuni.
Møtti honum á Víkarvegnum tann 4. august 1970 – haldi eg tað var. Óla Jákup heilsaði brosandi: »Hevur tú sæð »Norðlýsið« í morgun? Teir eru fínir! Har stendur at í dag fyllir Óla Jákup Jacobsen í Klaksvík 80 ár, og Louis Armstrong í USA fyllir 70 ár (!)«. ( Ja, tann kendi »Satchmo« gamli við silvurtrompetini og hendinga hugtakandi skurslutu/fjálgu jazz-og bassrøddini hevði ivaleyst vilja bæði spælt og sungið fagurt fyri teimum báðum ísenn - um teir kendust (!):
I see trees of green........ red roses too
I see em bloom..... for me and for you
And I think to myself.... what a wonderful world.
I see skies of blue..... clouds of white
Bright blessed days....dark sacred nights
And I think to myself .....what a wonderful world.
The colors of a rainbow.....so pretty ..in the sky
Are also on the faces.....of people ..going by
I see friends shaking hands.....sayin.. how do you do
They’re really sayin......i love you.
Feðgarnir Óla Jákup og Kristoffur vunnu entreprisuna av reinsiverkinum við nýggja skúlan á Ziskatrøð í 1958 fyri 25.000 kr. (hini boðini lógu um 70 og 50.000 kr.) Eitt øgiligt knoss. Og raskir vóru teir. Kantut eftirlit. Ofta oysti niður. Veitin og holið fyltust. Pumpan tók ikki. Og teir máttu gevast fyri tann dagin.
Vit (Leivur Borðoy var sveinur, Eyolvur og eg lærlingar) gjørdu centralhitan inni. Og Óla Jákup kom inn á vegnum á heimleið og segði líka vælhýrdur: »Dreingir, vit gevast nú fyri í dag, men vita tit hvat, ið eg fari at gera restina av degnum?«. Nei, tað vit vistu ikki. »Jú, eg havi altíð nokk at gera. Og nú fari eg til hús at spikkelera!«
So segði hesin ótroyttiligi uppfinnarin brosandi við síni eyðkendu ljósu rødd, sum enn spøkir aftur í slektini. Um Jósup (elsta sonin, ið var ein framúr sangari) segði Petur Háberg á sinni: »Jósup byrjaði í sangkórinum sum ein drønandi bassur, men endaði sum ein flúgvandi tenorur (!)«
Søgurnar liva á mannamunni og flyta seg eftir rákaleiðum. Mær tilkemur ikki – soleiðis í allari ótilstrekkiligheit – at skáka Líggjas, vinmannin. Og táið hann á síðu 177 ger Óla Jákup til dystilærdan matador – uttan lansu ella svørð – í víggi á arena'ini í Árnafirði í hóslagi við einum villum tarvi ella mannúlvi, ja, so hevur hann helst rætt í hesum –.
Men, sum meg minnist søguna frá Erik Hansen (hjá Simonu og úr Glasstovuni) var hon nakað soleiðis. Erik, Óla Jákup og ein triði vóru í kommunuørindum í Árnafirði. Fólkatingsval var sama dag (helst í mai 1957) og Óla Jákup – sum altíð var við í øllum – vildi náa valstaðið áðrenn tað stongdi, og hann helt tí avstað móti brekkuni so skjótt til bar. Erik – hálvur árnfirðingur, skemtari og vertskapsmaður – og hin felagin lótu seg yvirtala til at eta ein nátturðabita áðrenn hildið varð aftur á skarðið.
Ein tíma ella so seinni komu teir niðanfrá, og tá sóu teir Óla Jákup í hornatøkum við ein vælvaksnan veðr. Óla Jákup hevði – lættur sum hann var – syft seg upp um eina girðing fyri at stytta um leiðina – men tá varð hann straks álopin av einum garterandi óargadýri, sum stútaði av grimd so ikki slapst av fetinum. Og nú hekk hann so har uppi á hornunum á veðrinum –og báðir vóru líka útlúgvaðir. Teir tríggir fingu tó í felag bast hinum heidna – men tað bleiv vituliga einki val hjá Óla Jákupi ta ferðina.
Sum sæst í bókini og av omanfyri standandi so var Óla Jákup ikki hvør sum helst. Og fjálgu minningarorðini, sum Finnbogi Ísaksson skrivaði um hann, endaðu nakað soleiðis: »Vit sum vuksu upp í bygdini tá, komu at kenna Óla Jákup sum ein gamlan mann, men sum aldurin ongantíð beit á !«
23.05.2013.