Lýggjasti mars nakrantíð

Tað hevur verið óvanliga lýtt har eysturi í Noregi teir seinastu dagarnar. Mánadagin vóru 16,1 stig á Blindern og 16,4 stig á Melsom í Vestfold.

Veðurmaðurin John Smits sigur við norska kringvarpið, at tað hava ongantíð fyrr verið oman fyri 16 hitastig á Blindern so tíðliga í mars. Hetta er hitin, sum vit plaga at máta um einar tveir mánðir, sigur hann.

Annars kom várið óvanliga tíðliga har eysturi í Noregi í ár, og longu mitt í februar var næstan summarhiti onkrar dagar. Teir seinastu dagarnar hevur meðalhitin um samdøgrið ligið á leið tað, sum hann vanliga er tíðliga í mai, sigur NRK.