Forsagnir hjá donsku veðurstovuni DMI vísa, at vit kunnu vænta okkum ein lýggjan vetur. Veðurmenninir siga, at desember, januar og februar verða heldur lýggjari enn meðal, og at í Danmark verður meðalhitin 0,5 stig oman fyri meðalhitan í somu mánaðum í tíðarskeiðinum frá 1981 til 2005. Gamalt er, at tað er trupult at meta um veðrið, men DMI ger kortini vart við, at tey seinastu árini hava forsagnirnar hjá stovninum víst seg at halda rættiliga væl.
Tíðindi
Skýming í Syðrugøtu
Tíðindi