Tað eru ikki øll, sum eru líka forlipt uppi í ætlanini hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at gera eina 10 ára verklagsætlan fyri almennar útbyggingar.
Sum vit hava greitt frá á undanfarnum bløðum, ætlar Karsten Hansen at gera eina 10 ára ætlan fyri, hvussu almennar útbyggingar í Føroyum skulu raðfestast tey næstu 10 árini.
Ein av teimum, sum ikki heldur so avbera nógv um hesa ætlan er Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi og sostatt partamaður hjá Karsten Hansen.
Hann heldur, at tað er løgið, at Karsten Hansen skal fara at leggja eina ætlan, sum fer at binda komandi landsstýri og løgting fleiri valskeið fram í tíðina.
? Tað kann sjálvandi vera gott at hava eina ætlan. Men at leggja eina langtíðar útbyggingarætlan kann vera ómetaliga trupult, tí hon fer at verða broytt so hvørt sum tíðirnar skifta.
?Almenna peninganýtslan, eitt nú til ymsar útbyggingar er ein av fáum mátum, sum landsstýrið hevur at stýra búskaparligu gongdini við. Tvs, at tá ið ov nógv ferð er á búskapinum, verður gongdin tálmað við at lækka almennar útreiðslur og øvugt, tá ið ringar tíðir eru.
Tí fer ein slík ætlan at verða nógv broytt so hvørt, og av tí sama dugir hann ikki rættiliga at síggja endamálið.
? Tá skuldi Karsten Hansen nógv heldur gjørt eina langtíðar ætlan fyri, hvussu samfelagið Føroyar skal rekast framyvir. Almenna umsitingin er nógv dýrkað seinastu árini og hon letur seg ikki so lætt broyta, alt eftir, um tíðirnar eru ringar, ella ikki.
? Tí hevði tað verið nógv meiri áhugavert at Karsten Hansen legði eina ætlan fyri, hvussu almenna umsitingin skal vera tey næstu árini, heldur Heini O. Heinesen.
Hann heldur eisini, at ístaðin fyri at leggja stórar útbyggingarætlanir langt fram í tíðina, skuldi Karsten Hansen heldur hugsa meiri um at fingið Landsstýrið at sett tað í verk, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at seta í verk.
Eitt nú hugsar Heini O. Heinesen um Vágatunnilin, sum hann sigur er tvey ár seinkaður av politiskum kleyvarskapi.
? Varð rætt atborið, hevði verið koyrandi undir Vestmannasundi næsta ár. Men kleyvarskapur hevur oyðilagt so nógv, at enn er spakin ikki settur í jørðina. hetta hevur eisini ført við sær, at allar aðrar útbyggingar eru seinkaðar tilsvarandi, eitt nú byggingin av nýggja Smyrli, sigur hann.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.