– Tað er løgið, at vit hava eina barsilsskipan, sum útihýsir eina rúgvu av mammum
Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Barsilsskipanin er ein trygging, har nýklaktar mammur fáa endurgjald fyri ta løn tær missa, tá ið tær eiga børn og tískil ikki arbeiða í eina tíð.
Les eisini: Nýklaktar mammur skulu fáa minstuløn
Men BIll Justinussen heldur, at barsilsskipanin eigur at verða til meiri enn tað, tí hann heldur, at tað skal verða ein sosial skipan sum tryggjar øllum mammum eitt fíggjarligt grundarlag í sambandi við barnsburð, sama um tær hava arbeitt ella ikki.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgtingsmannin greiða frá.