Lógin forðar fyri skilagóðum bústaðarloysnum

TíÐindaskriv frá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag

Á almennum fundi um bústaðarviðurskiftini í Tórshavnar kommunu, sum Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag skipaði fyri á Landsbókasavninum 15. september í ár, kom fram, at ein av stóru trupulleikunum í sambandi við íbúð-arbygging og -útleigan er lóggávan á økinum.

Ójavnar treytir
Millum annað kom fram, at mvg-lóggávan og reglurnar um rentustuðul til sethúsalán eru orsøk til at tað loysir seg nógv betur fíggjarliga at byggja sethús heldur enn at fremja aðrar íbúðarloysnir. Grundin til hetta er, at rentustuðul og mvg-frítøka bara verður veitt einstøkum privatum húsaeig-arum, meðan privat feløg ella sjálvsognarstovnar ikki hava møguleika at fáa hesar sømdir. Úrslitið er tað margháttliga, at hóast tað at byggja nógvar íbúðir í senn og saman í allar aðrar mátar er bíligari enn at byggja eitt og eitt sethús, so er sethúsaloysnin nógv bíligari, tí hon nýtir gott av rentustuðli og mvg-frítøku.
Semja var um á fundin-um hjá Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, at hesin ójavni í møguleikunum hjá ávíkavist einstaklingum og feløgum ikki er rímuligur. Treytirnar fyri íbúðarbygg-ing eiga at vera tær somu, uttan mun til, um byggi-harrin er ein einstaklingur ella ein felagsskapur. Fund-urin tók ikki støðu til, hvørt feløg o.tl. skulu fáa rentu-stuðul og mvg-frítøku, ella um einstaklingar skulu missa hesar framíhjárættir, men semja var um, at treytirnar eiga at vera tær somu fyri øll.

Vinnulig útleigan
Eitt annað, sum var frammi á fundinum, var møguleik-in hjá fólki at leiga út á vinnuligum grundarlagi. Sum er hava fólk ikki møguleika til at leiga eitt nú kjallaran út, og so at rokna hesa útleigan sum vinnuveg. Reglurnar í dag eru soleiðis, at eini hús mugu hava minst 10 leiguíbúðir, áðrenn eigarin fær somu sømdir viðvíkjandi skatti og avskrivingum sum allar aðrar vinnur fáa. Um hetta var broytt, soleiðis at einhvør útleigan varð rokn-að sum vinnulig, har útleigarin hevur roknskaparskyldu og fær rætt at avskriva bygningin, hevði tað merkt betri lønsemi fyri útleigaran og sum fylgja av tí lægri leiguprísir. Harafturat ber til at hugsa sær, at tað í nógv minni mun enn í dag fór at loysa seg at lata vera við at geva leiguinntøkur upp í skatt. Eisini varð umrátt á fundinum, at tað átti at borið til hjá eldri fólkum at leiga út partar av husum teirra skattafrítt.

Leigulógin má dagførast
Eitt triðja sum fundurin legði stóran dent á, var tørvurin á eini dagførdari og herdari lóggávu á leiguøkinum. Sum er inniheldur leigulógin ongar bindandi ásetingar, sum kunnu nýtast til at tryggja eitt nú ein ávísan standard á íbúðum, sum vera leigaðar út. Hetta eigur at vera broytt soleiðis, at leigulógin verður ein brúkaraverja, sum setir nøkur minstukrøv til tað sum verður leigað út og sum ásetir treytir fyri eitt nú uppsøgn av leigumáli og ásetan av leiguprísi.