Løgin, løgnari, løgnast

Lars Bukdahl, Larslars,
Teknari: Lars Nørgård,
Sesam, 2005

Herfyri góvu teir báðir Lars Bukdahl og Lars Nørgård út eina ikki sørt løgna barnabók fyri vaksin ella barnsligar sálir við meir enn vanliga snirklutum hugflogi. Ì bókini, sum sjálvandi eitur Larslars, fær navnframi orðasnillingurin og ummælarin Lars Bukdahl rættiliga bóltað sær við løgnum setningum og uppaftur løgnari søgum saman við nøkrum av teimum løgnastu tekningunum, lesarin hevur sæð.
Søgan um Larslars er ógjørlig at endurgeva, tí hon fýkur higar og hagar ímillum verur, sum ikki eru til, uttan byrjan ella enda. Men vit kunnu so nevna gosfjallið, sum forelskar seg í eini mariuhønu ella dagsúklilyktina við svørtum ljósi ella supernjósnaran, ílatin sum ein steikipanna ella Larslars, sum heldur tað flákra so deiliga innan í sær, tá hann hongur toy upp á snórin.
Onkur ummælari vil vera við, at tey mongu hugskotini skugga hvørt fyri øðrum og ætlanini. Men tað er ikki so lætt, tí sum Larslars sigur: "Tað er strævið at fáa so nógv góð hugskot." Onnur halda, at úrslitið av samstarvin-um millum høvundan og teknaran er onki minni enn stór list í serflokki.
Bæði Lars Bukdahl og Lars Nørgård hava fyrr givið barnabøkur út, men hetta er fyrstu ferð, teir hava arbeitt saman um eina barnabókaútgávu.