Eftir at Sosialurin seinastu dagarnar hevur varpað ljós á, at revsingin fyri neyðtøkur er nógv linari í Føroyum enn í Danmark, hava Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum tikið málið upp.
Tey arbeiða við einum ríkislógartilmæli, ið skal at herða revsirammuna fyri neyðtøku. Tilmælið verður lagt fyri Løgtingið 19. september.
Henda sama lógargrein var herd í Danmark fyri fýra árum síðani. Broytingin ger, at ein neyðtøkumaður í Danmark, sum útgangsstøði skal inn at sita eitt heilt ár longri enn ein neyðtøkumaður í Føroyum.
Tá ein lóg verður broytt í Danmark, er tað føroysku politikararnir, ið avgera, um lógin eisini skal broytast í Føroyum.
- Tað er ikki nakað politiskt motiv, ið liggur aftanfyri, at revsingin í neyðtøkumálum ikki er herd í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
- Tá ein lóg broytist í Danmark, er tað ikki sjálvvirkandi, at lógin eisini broytist í Føroyum. Revsilógin er danskt mál, har nakrir partar av henni eru dagførdir. Men vit eru langt afturút við at dagføra ríkislógir í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.
- Vit halda ikki, at tað er nøkur orsøk til, at vit skulu vera eftirbátar á hesum økinum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
- Tí leggja vit nú tilmælið fram.
Um tilmælið verður samtykt í Løgtinginum, verður tað sent til danska løgmálaráðið, ið er umsitingarligi myndugleikin, ið skal avgreiða broytingina lógina. Tá uppskotið er samtykt í Løgtinginum, er tað ein avgreiðsluspurningur at fáa broytingina ígjøgnum.
- Vit vænta at fáa lógarbroytingina ígjøgnum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Um alt gongur eftir ætlan, kann broytingin koma í gildi í ár ella fyrst í komandi ári.