Lógin um trygdargrunnin eigur at endurskoðast

Georg Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelag
------

Í 1988 varð lógin um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir samtykt av Løgtinginum, og hendan lóg var ein stórur bati fyri allar løntakarar í Føroyum, tí nú høvdu vit, eftir sama leisti sum í grannalondum okkara, trygd fyri, at vanligi løntakarin ikki misti allan pening sín, tá arbeiðsgevarar fóru av knóranum.
Sambært § 3 í lógini, so kundi hvør løntakari fáa í mesta lagi kr. 70.000,00 úr grunninum og talan var um bæði gjald fyri lønartap, uppsagnarløn og frítíðarløn.
Løgtingið hevur seinni skert rættindini hjá løntakarunum munandi.
Í 1992 framdi Løgtingið tó munandi broytingar í lógini um trygdargrunnin.
Størstu skerjingarnar vóru hesar:
- størsta lønarkravið, sum einstaki løntakarin kundi fáa úr grunninum varð sett niður úr kr. 70.000,00 niður í kr. 20.000,00
- at trygdargrunnurin ikki dekkar uppsagnarløn
Gongdin seinastu árini hevur víst okkum, at galdandi lógarásetingar als ikki eru nøktandi og hetta hava nógvir løntakarar følt sviðan av.
Seinni er so stórsta upphæddin broytt til kr. 60.000,00 umframt frítíðarløn, men grunnurin dekkar framvegis ikki uppsagnarløn

Hví broytti Løgtingið lógina
Eingin ivi er um, at orsøkin til, at Løgtingið broytti lógina var, at í ringu tíðunum fyrst í 90-árunum vórðu rættiliga stórar upphæddir goldnar úr grunninum vegna uppsagnarlønir, og grunnurin varð nærum tømdur.
Okkara politikarar tóku tó ikki í nóg stóran mun atlit til, at tað ikki var vanligi tímalønti løntakarin, sum tømdi grunnin, tí sjálvar lønareftirstøðurnar hjá vanliga løntakaranum eru í flestu førum langt frá kr. 70.000,00 og uppsagnarreglurnar geva sum nú er, ikki løntakarum longri enn 1 mðr. uppsagnarfreist, tá talan er um fastlønt og 20 arbeiðsdagar, tá talan er um tímalønt.
Kunngerðin skerjir møguleikarnar at fáa pening úr Trygdargrunninum
Landsstýrismaðurin hevur við kunngerð nr. 66 frá 12. Juni 1991 grein 2 ásett, at fráboðanarfreistin hjá løntakaranum er 4 vikur frá tí at áheitan um fíggjartrot verður staðfest.
Vit hava staðfest, at hendan freist er alt ov stutt, tí í nógvum førum tekur tað meira enn 4 vikur hjá løntakaranum at fáa til vega tey skjøl, sum eru neyðug fyri at gera upp krøvini.
Í Danmark er freistin at fráboða krøv hjá Lønmodtagernes Garantifond 4 mánaðar, og flestu fakfelagsfólk duga illa at skilja, at føroysku myndugleikarnir seta fráboðanarfreistin til 4 vikur, tí hetta er í sjálvum sær ein skerjing í møguleikanum hjá vanliga løntakaranum at fáa pening úr grunninum.
Alneyðugt er við broytingum í lógini og kunngerðina um trygdargrunnin.
Um nøkur nytta skal vera í trygdargrunninum er alneyðugt, at okkara politikarir beinanvegin taka stig til, at lógin um trygdargrunnin verður broytt, soleiðis at vanligi føroyski løntakarin veruliga verður tryggjaður, at hann / hon fær dekkað sítt lønarkrav og krav um uppsagnarløn, tá arbeiðsgevari fer av knóranum. Eisini er neyðugt at fráboðanarfreistin verður longd.
Alneyðugt er tí at fremja hesar broytingar í lógini/kunngerðini:
- at størsta upphæddin verður hækkað munandi (hetta kann landsstýrismaðurin broyta í kunngerð)
- at fráboðanarfreistin verður longd til t.d. 4 mánaðar (hetta kann landsstýrismaðurin gera við at broyta kunngerðina)
- at uppsagnarløn verður dekkað av trygdargrunninum
Føroya Arbeiðarafelag hevur áður víst á hesar skeivleikar í lógini, men enn hevur eingin av okkara politikarum tikið stig til at broyta lógina og eg vil tí heita á allar flokkar á tingi um at taka stig til at broyta lógina um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir, soleiðis at lógin kemur at virka, soleiðis sum hon upprunaliga varð ætlað, eins og landsstýrismaðurin eigur at broyta kunngerðina.