Lágir fiskaprísir í dag

Prísirnir vóru yvirhøvur lágir á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum fyrrapartin. Besti meðalprísurin á toski var 18,72 krónur, og toskur IV, sum mest var av, fór fyri 10,56 krónur í meðal.

Hýsuprísurin fall uppaftur meiri í dag. Nógv mest var av hýsu II, og hon fór fyri 9,85 krónur í meðal.

Rættiliga fitt av ko0ngafiski var á uppboðnum í dag, 27 tons, og besti meðalprísurin var 9,77 krónur. 16 tons av svartkalva fóru fyri góðar 20 krónur í meðal fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 122 tons fyrrapartin fyri 1,4 millión krónur.