Ólóglig gengransking í Føroyum

Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, er meldað til fútan fyri at hava tikið blóðroyndir frá føroyingum til gengransking. Orsøkin til meldingina er, at tey neyðugu loyvini frá vísindasiðseminevndini ikki hava verið í lagi. Løgreglan arbeiðir í løtuni við málinum

 

Fyri jól fekk Fútaskrivstovan eina fráboðan um, at ólógligar blóðroyndir vórðu tiknar á Landssjúkrahúsinum í Havn. Royndirnar skuldu nýtast til arvagransking, men siðseminevndin hevði ikki givið loyvi til hesa granskingina.

Dorthe Møller Andersen, politiassessor á Fútaskrivstovuni, váttar tíðindini fyri Sosialinum. Fyri jól fingu tey eina melding, sum snýr seg um, at ein lækni er farin undir at taka blóðroyndir ætlað til biomedisinska gransking uttan loyvi frá siðseminevndini.

Av Fútaskrivstovuni verður sagt, at málið nú skal ganga sína gongd. Tey skulu meta um málið, og síðani skulu avhoyringar vera. Ongar avhoyringar hava tó verið enn.

Eisini verður váttað, at talan er um týska barnalæknan, Ulrike Steuerwald, sum er meldað.


Genini granskast í Hollandi

Ulrike Steuerwald hevur arbeitt í Føroyum í fleiri ár, men starvast nú í Hannover í Týsklandi. Hon var farin undir at kanna sjúkuna vøddasvinn, og granskingin skuldi fara fram á University Hospital í Nijmegen í Hollandi.

Hetta var gjørt í samstarvi við foreldur at børnum við sjúkuni. Familjulimir hjá sjúklingum vórðu spurdir, um teir høvdu hug at lata blóð til granskingina, og tað stóð fólki frítt at velja. Talan var um at fara so langt í familjutrænum sum til systkynabørnini. Tey, sum vildu vera við, skuldu møta upp á ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum, har royndirnar vórðu tiknar.

Blóðgevarnir fingu eina váttan, sum Ulrike Steuerwald ogGerry Steenbergen, sum starvast á University Hospital í Nijmegen, hava skrivað undir.

Í váttanini stendur: »Tá tann broytingin í arvastreinginum(mutatiónin), sum er orsøk til sjúkuna, er funnin (og hetta tekur út móti 1,5-2 árum), verður alt tilfar, sum ikki varð brúkt, givið aftur til heilsuverkið í Føroyum. Einans tann, sum hevur latið royndina, verji, ella avvarðandi tess, um so er, viðkomandi er deyður, má fáa kanningarúrslitini at vita frá limunum í granskarabólkinum.«

Harafturat verður sagt, at í møguligum ritum um granskingina fer ikki at bera til at finna fram til persónligar upplýsingar.

Um granskingin er steðgað er ikki greitt, men sum Sosialurin skilur, so er granskingin fyribils løgd á hillina.


Einki loyvi

Kravið hjá øllum, sum ætla sær at fara undir gengransking í Føroyum, er, at siðseminevndin hevur góðtikið granskingarætlanina.

Høgni Djurhuus, formaður í vísindasiðseminevndini, sigur, at nevndin ikki hevur fingið nakra umsókn til hesa granskingina hjá Ulrike Steuerwald, og tískil fyriliggur heldur eingin góðkenning frá nevndini.

? Tað, sum nevndin fyrst og fremst hevur í huganum, tá støða verður tikin til umsóknir, er, at granskingin kemur øllum samfelagnum til góðar. Endamálið er, at samfelagið fær ágóðan av granskingini, sigur Høgni.

? Annað av aðalmálum okkara er, at blóðgevarnir eru tryggir. Teir skulu hava ta neyðugu upplýsingina um granskingina áðrenn. Vit skulu tryggja, at blóðgevarnir eru vardir.

Høgni sigur seg ikki kenna nakað til annað føri, at granskarar soleiðis eru farnir undir gransking, uttan at ráðføra seg við siðseminevndina fyrst.

Kanningarnar hjá Ulrike fevndu um onnur fólk enn bara veruligar sjúklingar. Tá tað er tilfelli, hava vit strangar reglar fyri, hvussu farast skal fram. Loyvi krevst.


Spæla okkum av við møguleikan

Líkt er til, at vit í Føroyum eru við at spæla okkum av við ein gyltan møguleika. Ístaðin fyri at landsstýrið setir á stovn ein føroyskan bio-banka, har allar blóðroyndir frá føroyingum verða goymdar og kannaðar í Føroyum, so verða føroysk gen flutt av landinum til gransking.

Vit hava sera strangar reglur í sambandi við gengransking í Føroyum, og tí er tað hinvegin eisini ógvuliga løgið, at ein útlendskur lækni kann seta seg at taka blóðroyndir til gengransking á ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan stórvegis hóvasták.