Síðani verkbannið bleiv lýst hósdagin, hava strandfaraskipini ligið svínabundin við bryggjurnar, og hesum hava fleiri eigarar av smærri og størri bátum gjørt sær dælt av. Teir hava fyri eina ávísa upphædd, ið er væl hægri enn tann, ið tú vanliga rindar umborð á strandfaraskipunum, flutt fólk um eitt nú Leirvíksfjørð og Suðuroyarfjørð. Skipaeftirlitið hevur roynt at havt eftirlit við hesum bátum, og fleiri teirra eru steðgaðir, tí teir ikki hava havt neyðugu loyvini, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum.
Ongin tikin um Suðuroyarfjørð
Óla Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, sigur, at tað fyrst og fremst er á farleiðini um Leirvíksfjørð, at trupullein við ólógligari sigling er stórur.
- Vit hava enn ikki tikið nakran bát, sum hevur siglt ólógligani um Suðuroyarfjørð, men vit hava tikið fleiri um Leirvíksfjørð. Hetta eru bátar, sum ikki lúka neyðugu krøvini, og sum ikki hava pappír upp á nakað sum helst. Tað er enntá komið fyri, at vit hava steðgað onkrum báti, ið als onga bjargingarútgerð hevur havt umborð, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Stjórin á Skipaeftirlitinum samanber ólógligu siglingina við, at bilar, sum ikki eru sýnaðir og tískil ikki hava nakað nummarspjaldur, fluttu fólk aftur og fram millum bygdir.
- Eingin veit hvørjum standi bátarnir eru í, tí teir ikki eru sýnaðir. Vit noyðast tó at staðfesta, at tað er trupult at steðga hesum, tí bátarnir eru nógvir, og vit hava avmarkaða orku, sigur Óla Hans Hammer Olsen.
Ferðast undir egnari ábyrgd
At fólk velja at ferðast við smábátum, ið ikki hava neyðugu loyvini, er vandamikið, men ferðafólkini ferðast undir egnari ábyrgd, og eingin trygging verjir ferðafólkini, um báturin ikki hevur neyðugu loyvini.
Óla Hans Hammer Olsen sigur, at tað er ikki uttan orsøk, at krøvini eru sett, og at tað heldur ikki er bert her í Føroyum, at hesi krøv eru galdandi.
Verkbannið rakar eisini Skipaeftirlitið, tí av teimum ellivu starvsfólkunum á stovninum eru hálvtfimta í arbeiðssteðgi, og tað rakar partvís eisini eftirlitsfólkini, greiðir Óla Hans Hammer Olsen frá.
Nakað av slatri hevur gingið um loyvini hjá teimum, ið hava flutt fólk um Suðuroyarfjørð. Tað hevur eitt nú ljóðað, at sluppirnar báðar, Johanna og Norðlýsið, hava flutt nógv fólk aftur og fram. Her vísir Óla Hans Hammer Olsen á, at Norðlýsið hevur loyvi til at sigla við okkurt um fimti ferðafólkum, meðan Johanna bert hevur loyvi til at hava 12 ferðafólk við umborð. Sosialurin er tó vitandi um, at Johanna hevur siglt við væl fleiri enn 12 ferðafólkum hesar dagarnar.
Tað hevur eisini ljóðað, at Silja Star, sum nú er liðugt umvæld og hevur siglt um Suðuroyarfjørð í vikuskiftinum, ikki hevur fingið siglingarloyvi aftur, men tað avsannar stjórin í Skipaeftirlitinum.
- Tá ið Silja Star var liðugt umvæld, vóru fólk og sýnaðu bátin í Noreg, so har er alt í lagi, sigur Óla Hans Hammer Olsen.