Tað kann fáa umfatandi avleiðingar fyri landskassan, at Jóan Petur Davidsen í fjørð sagdur úr starvi sum leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt málið og hann er komin til ta niðurstøðu, at uppsøgnin varð ólóglig, tí tey grundleggjandi rættindini hjá Jóan Petur Davidsen vóru ikki fylgd.
Umboðsmaðurin sigur nevniliga, at hann kundi ikki sigast upp, fyrrenn tænastuligt forhoyr, ella tænastumannasak hevur verið frammanundan.
Men tað hevur tað ikki verið í hesum føri og tí mælir umboðsmaðurin Almanna-og Heilsumálaráðnum til at lata alt málið ganga umaftur eftir reglunum í tænastumannalógini.
Og tað merkir, at tænastuligt forhoyr, ella tænastumannasak skal reisast ímóti honum.
Hinvegin kann Jóan Petur Davidsen sjálvur biðja um tænastuligt forhoyr.
Vit hava tosað við nakrar løgfrøðingar um, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa.
Og eitt, sum løgfrøðingarnir siga, er hetta má merkja, at Jóan Petur Davidsen lógformliga ikki er settur frá sum leiðandi yvirlækni.
Men tað merkir eisini, at hann hann eigur løn, sum leiðandi yvirlækni alt hetta árið, síðani hann varð frákoyrdur og til hann verður lógliga uppsagdur eftir reglunum í tænastumannalógini.
Men at fara undir eitt tænastusligt forhoyr, ella eina tænastumannasak, kann lættliga taka ár at avgreiða.
Men niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni merkir so eisini, at so leingi Jóan Petur Davidsen ikki lógliga er uppsagdur, má hann metast at hava starvið.
- Formliga er hann framvegis leiðandi yvirlækni og hevur krav upp á løn samsvarandi hesum, til hann verður lógliga loystur úr starvinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk í almennum starvi verða søgd upp, uttan at farið er fram eftir reglunum og Løgtings Umboðsmaður hevur gjøgnum árini viðgjørt fleiri mál av hesum slagi. Og fleiri ferðir er tað eisini endað við, at almennir stovnar hava fingið átalur og eru rættleiddir.
Ein løgfrøðingur, sum vit hava tosað við, sigur, at í veruleikanum vísir tað seg, tað er ógvuiliga torført at siga fólki í almennum starvi, upp.
- Ein munur á almenna arbeiðsmarknaðin um og privata arbeiðsmarknaðinum, er, at verða fólk í almennum starvi søgd uppm skulu sakligar grundgevingar verða fyri tí. Somu skyldu hava privatir arbeiðsgevarar ikki.
Men løgfrøðingar halda eisini, at almennir stjórar eru viðhvørt ov bangnir fyri at boða frá veruligu orsøkini til eina uppsøgn av berum bangilsi fyri at uppsagnargrundin ikki er haldgóð.
- Ístaðin verður alt møguligt vavt saman fyri at bryggja haldgóðar orsøkir saman fyri eini uppsøgn. Og viðhvørt er hugflogið dekan og gott og tí enda málini mangan í eini umsitingarligari fløkju. Og sum fleiri dømi eru um í seinastuni eru fleiri slík mál enda hjá Løgtingsins umboðsmaður og hann kemur mangan til ta niðurstøðu, at rættindi hjá uppsøgdum starvsfólki eru skúgvað til viks.
- Og tað ger seg so eisini galdandi í hesum føri við Jóan Petur Davidsen, siga Løgfrøðingar.
Ongar viðmerkingar
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, hevur ongar viðmerkingar til málið.
Hann hevur ikki havt umstøður at seta seg inn í úrskurðin hjá umboðsmanninum.
Hann sigur, at í næstum fer umsitingin at gjøgnuganga niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Umsitingin skal so gera eitt tilmæli, sum síðani verður lagt fyri landsstýrismannin og viðgjørt saman við honum.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá sjúkrahúsleiðsluni.