Viagra, steroidir, klænkievni, pínutablettir. Hetta eru bara nøkur av teimum evnum í pakkum, sum tey á Postdeildini hjá Toll og Skatt í Havn javnan fáa hendur á. Slíkar bíleggingar eru ikki bara ólóligar. Tá ongin trygd er fyri, at heilivágurin lýkur neyðugu krøvini, kann hann vera beinleiðis skaðiligur at brúka, ávarar landsapotekarin.
Alt millum himmal og jørð
Í gjárkvøldið visti DR at siga, at ólógligur heilivágur mest sum floymir inn yvir landið í Danmark. Í sendingini varð víst á, at stórur partur av hesum heilivági varð bílagdur umvegis internetið. Nú bendir alt á, at eisini føroyingar gera sær dælt av hesum ólógliga handli.
- Tað er rættiliga týðiligt, at hesin trupulleikin er íkomin og vaksin við økta internethandlinum, sigur Herman í Stórustovu, deildarleiðari á Postdeildini hjá Toll og Skatt.
Meðan tað fyrr mest var brennivín, tey á Postdeildini hildu eyga við, er nú oftast smærri pakkar, sum vekja illgruna.
- Vit eru jú ikki serfrøðingar, so tá vit fáa pakkar við illgrunasomum heilivági, seta vit okkum í samband við landsapotekarin, sigur Herman í Stórustovu.
Og landsapotekarin, Heri Mørkøre, váttar, at tað koma alsamt fleiri fyrispurningar frá Postdeildini um tey ymsu sløgini av heilivági, føroyingar royna at innflyta.
- Vit síggja alt millum himmal og jørð, líka frá løgnum potensfremjandi evnum til eitt nú Letigen og Helsingørklænkibollar, ið langt síðani er bannað at selja, sigur Heri Mørkøre.
Fólk blíva ill
So leingi talan ikki er um rúsevni, verður politiið ikki blandað inn í hesi mál. Tá er mannagongdin í staðin, at móttakarin fær boð um, at pakkin ikki verður útflýggjaður, tí sendanin er ólólig.
- Fólk blíva ofta ill og skilja ikki, hvør trupulleikin er, tá tey fáa eina slíka fráboðan, sigur Heri Mørkøre, og leggur afturat, at hetta bara vísir, hvussu óvitandi nógv eru á hesum øki.
Alsamt fleiri fólk duga sera væl at leita á internetinum og skaffa sær upplýsingar um, hvørji sløg av heiligvági finnast. Men nógv eru als ikki greið yvir, hvørjar reglur eru galdandi á hesum økinum, staðfestir Heri Mørkøre.
Hann vísir á, at Apoteksverk Føroya er einasti mynduleiki, sum hevur loyvi til at innflyta heilivág. Harumframt eru tað heilt greiðar reglur fyri, hvat er at meta sum heilivágur, og hvørjar treytir hann skal lúka.
- Bíleggur tú heilivág umvegis internetið, fært tú ikki tryggja tær, at hann lýkur neyðugu krøvini. Og tað er skjótt at verða snýttur, tí nógvir framleiðarar duga serstakliga væl at fáa innpakningin at síggja ektaðan út. Í besta føri er okkurt av hesum púra nyttuleyst. Í ringasta føri kann hesin “heilivágur” gera meir skaða enn gagn, sigur landspotekarin.
Neyðugt eftirlit
Landsapotekarin fegnast tó um, at eftirlitið í Føroyum við hesum handli er munandi betri enn i EU londum, har vørur hava frítt at fara um landamørk. Og hann mælir ikki til, at eftirlitið í Føroyum verður gjørt linari, sum talan annars hevur verið um.
- Sum sagt, so fáa vit ótrúliga nógar fyrispurningar frá Postdeildini hjá Toll og Skatt um pakkar við illgrunasomum heilivági. Tað vísir í verki, at hetta eftirlitið virkar og hevur eina stóra uppgávu, staðfestir, Heri Mørkøre, landapotekari.