Ólógligt at brúka grindakrók og knív

GRINDADRÁP Grindareglugerðin verður nú broytt, so at tað bara verður loyvt at brúka vanligan grindakrók og knív í serligum føri

Nú skal gamli, kendi grindaknívurin stingast í slíðran og krókurin leggjast á hillina.
Skjótt verður nevniliga ólógligt at brúka gamla, kenda grindaknívin og grindakrókin í grind, uttan í heilt serligum føri.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum eisini umsitur grindalógina.
Hann sigur, at í løtuni arbeiða tey við at broyta grindareglugerðina.
Miðjað verður eftir, at arbeiðið skal verða liðugt í næstum.
Tá verður reglugerðin broytt, so at broytingarnar koma í gildi einaferð í vár.
Í hesum sambandi ætlar landsstýrismaðurin, at broyta kunngerðina, so at hereftir skal tað vera tann nýggi grindareiðskapurin, sum er komin fram seinastu árini, sum skal brúkast í grindadrápi.
Hann hugsar um tann nýggja blásturkrókin og tann nýggja mønustingarin.
- Kravið verður, at tað skulu vera hesi bæði nýggju amboðini, sum verða brúkt í grindadrápi.
- Tað merkir, at í grindadrápum framyvir, vera tað hesi bæði nýggju amboðini, sum vera høvuðsamboðini og at tann vanligi grindaknívurin og krókurin, verða bannað sum vanligur grindareiðskapur.

Bara í serligum føri
Men gamli grindaknívurin og grindakrókurin, verða kortini ikki fullkomiliga bannað, tí loyvt fer framvegis at brúka tey í serligum føri.
- Tað verður soleiðis, at tað verður bara í serligum føri, at loyvi kann gevast til at brúka gamla grindaknívin og krókin, men høvuðsamboðini til at fáa lívið av grindini skulu vera nýggi blásturkrókurin og mønustingarin.
Jacob Vestergaard sigur, at kann laga seg soleiðis, at tað liggur illa fyri a brúka nýggju amboðini, eitt nú, um tað verður neyðugt at høgga í hval og skera á háls av báti, ella undir øðrum, serligum umstøðum.
- Eitt undantak eigur at vera og so má metast um á staðnum, nær umstøðurnar eru so serligar, at ikki ber til at avlíva grindina forsvarliga við teimum nýggju amboðunum.
- Hóast vit alla tíðina royna at bøta um drápsháttin, eiga vit ikki at læsa okkum so fast, at vit ikki skulu kunna brúka gomlu amboðini, tá ið tað er neyðugt í serligum førum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at nú hava vit roynt hesi nýggju amboðini leingi og at tey hava riggað væl.
Hann heldur somuleiðis, at tilvenjingartíðin hevur verið nóg drúgv til at nýggju reglurnar kunnu koma í gildi í vár.
- Tí haldi eg, at vit nú eiga at fara hetta stigið víðari í støðugu royndunum, at bøta um drápsháttin fyri at avlíva grindina so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt.
LES EISINI GREININA: Grindamenn mugu sleppa at tillaga seg