Lógligt at dálka við olju tá skip bunkra

Tað er ikki ólógligt at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkra í føroyskari havn. Hetta er óvæntaða niðurstøðan hjá dómaranum í Føroya Rætti, nú tað fyrsta málið um oljudálking í sambandi við bunkring, er roynt í rættinum

Tað er yvirhøvur ikki ólógligt at lata olju renna á sjógv, tá ið skip bunkra í føroyskari havn ella á føroyskum sjóøki.

Hetta er óvæntaða niðurstøðan hjá dómaranum í Føroya Rætti, nú hann hevur tikið støðu til eina ákæru um, at olja er farin á sjógv í sambandi við bunkring.

Seinastu árini hava tað verið óteljandi dømi um, at havnarløg, bátahylar og sjógvurin annars, eru illa dálkað av olju, sum er farin á sjógv av óhappum og ósketni undir bunkring.

Og hvørja ferð hevur tað elvt til stórt forargilsi og krøvini um harðari revsing hava fleiri ferðir verið frammi, bæði frá umhvørvisfólkum, bátseigarum og politikarum.


Hava goldið uttan at blunka

Veruleikin er eisini, at seinastu árini hevur fútin givið fleiri bøtur fyri at olja er farin á sjógv unir bunkring.

Higartil er bøturnar goldnar uttan at blunka og tí hevur ikki verið neyðugt at fara í rættin við málunum.

Men tey, sum hava fingið bót, høvdu kanska ikki goldið so glaðbeint, høvdu tey vita tað, sum nú er komið fram.

Tí nú vísir tað seg , at tað er als ikki ólógligt lata olju fara á sjógv undir bunkring.


Fríkend

Nú er nevniliga fyrsta málið av hesum slagnum roynt í rættinum og tað fekk eitt rættiliga óvæntað úrslit.

Tað var Strandferðslan og førarin á einum tangabili, sum vóru ákærd fyri at hava slept heilum 2400 litrum av olju á sjógv, tá ið Teistin bunkraði í Skopun 25. apríl í 2006.

Málið hevur verið í rættinum fleiri ferðir, men nú er dómurin so fallin.

Og úrslitið hjá dómaranum er, at tað er ikki ólógligt at lata olju fara á sjógv undir bunkring og tí vórðu bæði Strandferðslan og førarin á tangabilinum fríkend.

Dómarin vísir til lógina um havumhvørvið og har er niðurstøðan, at tá ið tosað verður um burturbeining í havumhvørvislógini, umfatar tað ikki bunkring.

Har stendur, at á føroyskum sjóumveldi er burturbeining av olju og oljudálkaðum vatni bannað.

Tað kann ikki hugsast, at lóggevarin hevur ætlað, at tað skal vera í stríð við lógina at skip bunkra olju í føroyskum havnum. Og orðið burturbeining kann natúrliga uppfatast sum tað stendur og onki meir og tí hevur tað onki við bunkring at gera

Ein náturlig málslig fatan av havumhvørvislógini talar ikki fyri aðrari niðurstøðu, sigur dómarin.

Í viðmerkingum til lógina verður eisini staðfest, at seinastu árini hava fleiri tilburðir verið av oljudálking í sambandi við bunkring. Tað er tí komið upp á tal at gera eina kunngerð um bunkring í føroyskum havnum.

Men hóast lógin er frá 2005 og sostatt er fimm ára gomul, er hendan kunngerðin ikki gjørd enn.


Fara víðari

Finn Ougaard sigur, at ákærin heldur hinvegin, at burturbeining eigur eisini at umfata olju, sum fer á sjógv í sambandi við bunkring.

Men nú hevur dómarin so staðfest, at tá ið skip bunkra, kunnu tey sleppa so nógvari olju á sjógv, sum tey vilja við teirri umhvørvisdálking ið tað ber í sær.

Fútin fer nú at bigja um loyvið at royna málið í landsrætturin, men av tí, at revsingin ikki er fongsul, men bót, skal loyvi fáast til tað frá ”processbevillingsnævnet” og tann avgerðin er ikki tikin enn.