Ólógligt at flyta seyð av Streymoynni og Fugloynni

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt av, at tað ikki er loyvt at flyta livandi seyð av Streymoy til onnur pláss í Føroyum.

Tað er ein avgerð, Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið, eftir at ridluskriði nú er staðfestur í Streymoy, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í dag.

Áður er forboð eisini sett fyri at flyta seyð úr Fugloy, tí har varð ridluskriði eisini staðfestur fyri nøkrum árum síðani.

- Hetta er fyri at fyribyrgja, at ridluskriði spjaðist til fleiri oyggjar í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.?

Flutningsloyvið verður framvegis givið til at flyta seyð aðrastaðni úr Føroyum í Streymoy og í Fugloy, men hesin seyðurin kann so ikki flytast av oynni aftur

Annars er tað framvegis loyvt at flyta livandi seyð ímillum tvey øki í Streymoynni og Fugloy.

Kortini mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðiliga frá øllum óneyðugum flutningi av seyði.

- Hetta er galdandi fyri hinar oyggjarnar, leggur hon afturat.

- Økini, har ridluskriði er staðfestur, hava tó fingið forboð fyri flutningi av seyði út av økinum.

Annars er tað loyvt at flyta krov og avroð??Krov av Streymoynni og Fugloynni í aðrar oyggjar.

Men treytin er, at heilin skal takast úr ærshøvdunum, vembur og garnar skulu tømast og miltið burturbeinast, áðrenn flutningurin byrjar.

Allar leivdir, eisini heili, milt, gor og tílíkt, skulu beinleiðis til kommunalu móttøkuskipanina í tøttum ílati og verða vardar av sterkum posa soleiðis, at einki setir frá hesum leivdum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Annars verður mælt til, at fólk, sum ferðast ímillum ymisk øki við seyðahaldi, vaska stivlarnar, hvørja ferð, tey ferðast ímillum tvey øki.

Annars er tað bannað at yvirhøvur at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan gevur untantaksloyvi til flutning, uttan tá ið talan er um Streymoy og Fugloy.

Umsókn skal sendast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og tað kostar 170 krónur.

- Men skal slíkur flutningur fara fram ígjøgnum Streymoy, skal hetta gerast uttan drál, beinleiðis til móttakandi djórahald, leggur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. ??

Ridluskriði er ein smittandi sjúka, sum ikki lekist. Sjúkan smittar serliga frá ær til lamb. Eftirburðurin er ein serliga stór smittukelda, men sjúkan kann eisini smitta frá seyði til seyð, bæði beinleiðis, og við at seyðurin gongur á smittaðum biti ella fær fóður, sum er smittað.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir tískil til at beina eftirburðir burtur beinanvegin, hesir verða funnir, og ikki at geva seyði stráfóður úr øki, har smitta er staðfest.?

- Ein og hvør sum hevur illgruna um, at seyður kann hava ridluskriða, eigur at boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá.

Myndin er tilvildarlig.